Leita á in.fo

Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 14.03.2019 (09:12)

Kalt og vátt um vikuskiftið

Eitt lágtrýst, stutt í ein útsynning úr Íslandi, fer spakuliga í ein landsynning eystan og fyllist. Um vikuskiftið fer eitt djúpt lágtrýst í ein útsynning úr bretsku oyggjunum væntandi í ein landnyrðing móti Skandinavia. Hetta fer eitt skifti at føra til eitt kalt rák av norðri yvir Føroyar. Sunnudagin fylgir ein minni hátrýstsryggur eftir. Síðani fer eitt nýtt brúgvalag við mildari luft at koma inn yvir okkum av úsynningi.

 

Veðrið í dag

Gul til andøvsgul av eystri ella ymsum ættum, 4 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella vátaslettingur, og hitin millum 2 og 6 stig. Um kvøldið og náttina fer hann í ein útsynning og vesetan og klárar í, tó okkurt æl, kanska vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina frost í støðum.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 7 m/s, sum út á náttina fer í ein landnyrðing og veksur í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Leygardagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s. Regn ella vátaslettingsæl, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina um frostmarkið í støðum.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar í lot til gul av norðri, 2 til 5 m/s. Sum frá líður turt og sólglottar og hitin um 5 stig. Um kvøldið eitt skifti gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, men um náttina veksur hann vindin av útsynningi í gul til stívt andøvsgul 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum 2 kuldastig og 5 hitastig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl og hitin millum 6 og 8 stig. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og eitt skifti regn. Hitin millum 6 og 8 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her