fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.2m/s

Leita á in.fo

Mortan Østerø 17.07.2017 (11:00)

Kamping ikki stórur trupulleiki

- Fyrst og fremst eru tað kommunurnar, sum hava eftirlit við kamping, men vit hava fingið onkrar fráboðanir frá fólki um kamparar við Tórsbreyt, sigur Ingmar Hammer av vegteknisku deild hjá løgregluni.

 

Ein kunngerð frá 2007 skuldi annars gera lóggávuna um parkeringsviðurskifti í Tórshavnar kommunu einfaldari, við at útihýsa húsvognum frá øllum vanligum steðgiplássum í kommununi, uttan so, at eitt skelti beinleiðis staðfestir, at plássið er ætlað húsvognum.

 

- Kunngerðin um parkeringsviðurskiftini í Tórshavnar Kommunu frá 2007 varð gjørd soleiðis, at tað slapst undan at seta skeltir upp í hvørjum króki viðvíkjandi størri akførum, men kanska kunngerðin skuldi verið dagførd, sigur hann.

 

Sambært kunngerðini er nevniliga munur millum húsvognar, har vognurin verður krøktur upp á bilin, og húsbilar, har vognur og bilur eru tvinnaðir saman.

 

- Ein húsbilur verður nevniliga skrásettur sum ein persónbilur, og kann tískil parkera júst sum aðrir persónbilar. Tað hevði kanska verið vert at dagført kunngerðina til at fevna um húsbilar eisini, sigur Ingmar.

 

- Eg veit tó ikki hvussu stórur hesin trupulleikin er. Tað eru helst fólk, sum júst eru komin við Norrønu til Føroyar, og helt stutt seta sær bilin ella vognin fyri at hvíla, heldur enn at tey verða búgvandi, sigur hann.

 

- Har er eisini ein kunngerð um tjalding, sum forðar fyri at fólk nýta hesi plássini sum uppihaldspláss, sigur Ingmar Hammer.  

 

Spurdur hvørt tað eru ov fá pláss í Havnini, sigur hann seg ikki viljað geva eina viðmerking, tí tað er ein kommunualur spurningur.