Kampingvognar skulu gjalda fyri upptak

Størsta upptakið liggur eftir kampingvognarnar, og næsta ár skulu tey gjalda fyri tað.

Í morgin skulu teir seinastu húsvognarnir frá G! verða fluttir av kampingøkinum í Gøtu, men uppruddingin byrjaði longu sunnudagin og heldur fram til í morgin.

 

- Tað er serliga kampingøki, sum hevur latið nógv stór ting og órudd liggja eftir – og tað er rættiliga kostnaðarmikið og orkukrevjandi upptak, sigur Sigvør Laksá, høvuðsfyrireikari av G!

 

Til tess at sleppa av við sama trupulleika komandi ár, er ætlanin at áleggja kampingvognunum eitt depositum.

 

- Næsta ár verður depositum latið fyri sín matrikkul, soleiðis, at fólk taka upp eftir sær áðrenn tey fara frá, ella rinda fyri at fáa ein bil at taka upp eftir teimum, sigur Sigvør.