Kana Tanaka er heimsins elsta fólk

Kana Tanaka er sambært Guinness-rekordbókini heimsins elsta núlivandi menniskja.

 


Hvønn morgun klokkan 06 fer hon upp, og hóast høga aldurin hevur hon fleiri áhugamál. Mynd: AP.

Hvønn morgun klokkan 06 fer hon upp, og hóast høga aldurin hevur hon fleiri áhugamál. Mynd: AP.

Kana Tanaka er sambært Guinness-rekordbókini heimsins elsta núlivandi menniskja, og japanska kvinnan hevur nú eisini fingið váttan fyri, at hon er heimsins elsta við 116 árum og 66 døgum.

 

Hvønn morgun klokkan 06 fer hon upp, og hóast høga aldurin hevur hon kortini fleiri áhugamál.

 

Kana Tanaka er fødd hin 2. januar í 1903 og var sjeynda barnið í einum systkinaflokki á átta. Hon giftist í 1922, og hjúnini fingu fýra børn.

 

Heitið, sum heimsins elsta menniskja, ”arvaði” hon eftir aðrari japanskari kvinnu, Chiyo Miyako, sum doyði 22. juli í fjør, 117 ára gomul.