Kann man geva makanum fingurin og fara?

Hesin spurningurin verður settur í leikinum “Scener ur ett äktenskap”

 – Lekurin “Scener ur ett äktenskap” setur spurningar um kærleika og ábyrgd, staðfestir Eva Dahlman, leikstjóri

 

Søgan sum økti um hjúnaskilnað nú søgd í Føroyum

 

 

– Hevur tú ábyrgd av makanum í einum hjúnabandi, ella kanst tú geva teimum fingurin og fara avstað, spyr hon.

 

 

– Vit fáa ikki svar, tí leikurin svarar ongum, men letur ístaðin upp fyri orðaskiftinum

 

 

Hon greiðir frá, at hon heldur, at ein av orsøkunum til góðu ummælini, ið leikurin hevur fingið, er at áskoðarnir fáa samkenslu við leikarunum.

 

 

– Vónandi fært tú  samkenslu við Marianne og heldur, at hon hevur rætt. Síðani byrjar Jóhan at svara aftur og seta spurning við tað, sum Marianne ger, og tá fært tú samkenslu við honum, sigur hon.

 

 

Leikurin lýsir støður og trupulleikar, ið øll kenna aftur frá egnum lívi ella lívinum hjá øðrum. Hann setur spurningar, men svara ongum. Ístaðin letur hann upp fyri orðaskiftinum.

 

 

– Tað er onki veruligt svar, og eg veit ikki, um eg haldi, at hjúnalag, ið varðir alt lívið, er so fantastiskt. Tað er ymiskt frá parlagi til parlag. Eg veit ikki, um tað ber til at elska hvønn annan alt lívið. Eg vóni tað. Men leikurin setur spurningarnar á breddan, og fólk byrja at tosa um tað og síggja endurspeglingar av sær sjálvum, sigur hon.

 

 

Hon greiðir frá, at hon hevur fingið nógvar afturmeldingar frá fólki úr ymiskum mentanum.

 

 

– Eitt dømi um tað var ein maður frá Suðursudan og hann segði, at hesin leikurin ongantið kundi verði vístur í Suðursudan, tí: ‘hon slær hann’, jamen: ‘hann slær hana’ fyrst, segði eg. Tað hevði hesin maðurin ikki sæð. Hann sá bara, at kvinnan var alt ov sterk, sigur Eva Dahlman

 

 

Hon gleðir seg at síggja, hvussu leikurin verður móttikin í Føroyum

 

 

­– Eg veit sætt at siga ikki, hvussu tað verður, men vit fáa at síggja, tá vit møta áskoðarunum, staðfestir hon.