Leita á in.fo

Tað er nógv verri at fáa lán til at byggja í útjaðaranum, men tað er ringt at gera nakað við tað

Áki Bertholdsen 21.09.2017 (12:39)

Kann trýsta prísin á sethúsum longur upp

Tað almenna kann ikki seta tiltøk í verk fyri at gera tað lættari at fáa lán til bústaðir kring landið.

 

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur víst á, at tað er nógv verri hjá fólki í útjaðaranum at fáa lán, og tí hevur hon spurt landsstýriskvinnuna, um ætlanin er at gera nakað við tað.

 

Kristina Háfoss sigur, at tá ið fólk fáa lán, tryggjar bankin seg við at krevja pant í húsunum. Og hvussu nógv pantið er vert, veldst alt um, hvussu stórt marknaðarvirðið á húsunum er.

 

Í útjaðaranum er útboðið nógv størri enn eftirspurningurin og tí eru húsini í útjaðaranum ikki so nógv verd. Men í miðstaðarøkinum heilt øðrvísi, tí har er eftirspurningurin nógv størri enn útboðið, og tí eru hús í miðstaðarøkinum nógv verd.

 

Sostatt er pantið hjá bankanum eisini nógv meiri vert í miðstaðarøkinum enn tað er í útjaðaranum og tað er orsøkin til, at tað er nógv lættari at fáa lán til hús í miðstaðarøkinum enn tað er í útjaðaranum.

 

Hinvegin kostar tað áleið tað sama at byggja í útjaðaranum sum tað kostar í miðstaðarøkinum.

 

– Men tá ið húsini eru liðug, kunnu húsini á útoyggj neyvan seljast fyri meira enn ein brotpart av byggikostnaðinum, men húsini í høvuðsstaðnum helst kunnu seljast fyri byggikostnaðin ella meir, staðfestir Kristina Háfoss.

 

– Virðið á pantinum á húsunum á útoyggj er tí væl lægri enn virðið á pantinum á húsunum í høvuðsstaðnum, hóast byggikostnaðurin er tann sami, leggur hon afturat.

 

– Bankarnir krevja tí nógv størri eginfígging av fólki, ið byggja nýggj hús á útoyggj ella á smáplássum kring landið, samanborið við kravið til fólk, sum byggja hús í høvuðsstaðnum ella í miðstaðarøkinum.

 

Hinvegin standa nógv hús tóm á útoyggj og smáplássum, og tí ber til at keypa hús á smáplássum rættiliga bíliga, samanborið við keypsprísin í miðstaðarøkinum. Tí ber eisini væl til at fáa lán, til at keypa hús á smáplássum, tí lánið samsvarar væl við keypsprísin.

 

Kristina Háfoss heldur ikki at tað er ráðiligt at tað almenna eggjar fólki til at taka lán, ið eru størri enn virðið á ognini, ið tey ogna sær. Ein máti at gera tað upp á kann annars vera at lata veðhald fyri láninum.

 

– Hetta kann skjótt fáa vanlukkuligar fíggjarligar avleiðingar fyri tann einstaka, og tað kann eisini skjótt stavnsbinda fólk til ein ávísan bústað.

 

– Hetta fer at eggja fólki til at taka lán, ið virðið á ognini ikki samsvarar við, ella sum fólk ikki hava møguleika at rinda aftur. Og tað kann skjótt seta borgarar, og tað almenna, í eina sera óhepna veðhaldsstøðu, samstundis sum hetta kann vera við til, at trýsta marknaðarprísirnar á bústøðum enn longur upp, sigur  Kristina Háfoss.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her