fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 17.8m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 09.10.2018 (15:43)

Kann vænta sær bót fyri ferðsluóhapp

Ein 24 ára gamal maður kann vænta sær eina stóra bót fyri eitt ferðsluóhapp í Trongisvági í januar 2016.

 

Hann er ákærdur fyri at koyra uttan koyrikort og loyvi at koyra, fyri at hava koyrt alt ov skjótt og fyrilitarleyst og fyri at hava gjørt eina vandamikla yvirháling.

 

Hendan dagin vóru tað fleiri ungir mans, sum vóru á veg úr Hvalba til fótbóltsvøllin við Stórá í Trongisvági at venja fótbólt. Teir fóru í fleiri upp á Tvøroyri, og onkrir teirra løgdu fótin liggja í so tungt á spitaranum.

 

Serliga tann ákærdi og ein annar koyrdu skjótt eftir kolavegnum í Hvalba. Tann fremri vinmaðurin vildi ikki reiðiliga lova aftara framm um, men at enda yvirhálar ákærdi vinmannin høgrumegin við. Hetta er eitt av lógarbrotunum, sum hann er ákærdur fyri.

 

Komnir gjøgnum tunnilin halda teir fram við høgari ferð út eftir móti Trongisvági. Komnir út móti viðarlundini setir skuldsetti ferðina upp, men stutt seinni missir hann tamarhaldi á bilinum. Bilurin tekur í bilverjuna og fer á rull eftir vegnum og endar at enda niðanfyri vegin. Bilførarin verður slongdur úr bilinum og fær stóran skaða í óhappinum. Hann verður funnin 11 metrar frá bilinum. Ein annar ungur maður var í bilinum, men hesum slapp frá óhappinum uttan stórvegis skaða.

 

Skuldsetti møtti í rættinum í dag, men orsaka av álvarsomu skaðunum, sum hann fekk í óhappinum, minnist hann einki frá degnum. Fleiri vitni vóru tí biðin um at greiða frá.

 

Ein teirra var ungi maðurin, sum sat í bilinum. Hann sigur, at bilurin kom kanska ov langt út í høgru síðu og rakti tí onkra kullu við vegjaðaran, og tí misti bilførarin tamarhaldið á bilinum.

 

Tveir aðrir ungir mans, sum koyrdu teir báðar næstu bilarnar, greiddu eisini frá túrinum. Teir váttaðu, at teir koyrdu nakað skjótt, bæði eftir kolavegnum og út móti Trongisvági. Teir kundu tó ikki siga nakað um, júst hvussu skjótt ákærdi koyrdi, tá hann rendi á, men mettu, at hann mundi koyra væl yvir 100 kilometur um tíman.

 

Ákærin førdi fram, at óhappið í sær sjálvum vísir, at bilførarin hevur koyrt fyrilitarleyst, at vitni hava váttað, at hann yvirhálaði høgrumegin og at vitnini eisini váttað, at hann koyrdi alt, alt ov skjótt. Hon bað tí um at maðurin fær 7.000 krónur í bót.

 

Verjin helt hinvegin, at hóast illa bar til at noktað, at hann hevði koyrt fyrilitarleyst og yvirhála høgrumegin, so var ógjørligt at siga nakað neyvt um, hvussu skjótt ákærdi koyrdi. Tí helt hann ikki, at talan kundi vera um meiri enn 5.000 krónur í bót.

 

Umframt bótina, hevur ákærdi longu rindað eitt endurgjaldskrav frá einum tryggingarfelagið fyri bilverjuna.

 

Dómur fellur í næstu viku.

 

24 ára gamli maðurin breyt báðar armarnar og mjødnina, umframt at hann fekk ein løst í høvdið í ferðsluóhappinum. Í dag hevur hann tað gott.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her