Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 13.03.2018 (08:48)

Kanna um onkur smettaði á Ríkissjúkrahúsinum

Løgreglan í Keypmannahavn kannar nú eitt møguligt brot á tagnarskylduna í sambandi við, at Heinrikkur prinsur var innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum.

Tað skrivar Ekstrablaðið.

Sambært blaðnum skal eitt stavsfólk á Ríkissjúkrahúsinum hava brotið sína tagnarskyldu við at lata einum journalisti upplýsingar um, at Heindrikkur prinsur lá til tað seinasta.

Journalisturin segði í einari útvarpssending, at hon hevði fingið upplýsingar av Ríkissjúkrahúsinum um heilsustøðuna hjá prinsinum.

Ein borgari, sum hoyrdi journalistin siga hetta, hevur meldað málið til løgregluna, sum nú kannar eitt møguligt brot á tagnarskylduna.

– Vit vænta, at okkara starvsfólk halda ásetingarnar um tagnarskyldu og tiga um tað, tey fáa at vita um sjúklingar, sigur Marianne Uldall, kunningarleiðari á Ríkissjúkrahúsinum, við Ekstrablaðið.    


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her