Kanning: Fólkaflokkurin er størsti flokkur

Fólkaflokkurin vinnur mest, og Javnaðarflokkurin missir mest

Fólkaflokkurin vinnur mest, og Javnaðarflokkurin missir mest.

 

Tað er stutta niðurstøðan av feskari veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.

 

Sambært kanningini verður Fólkaflokkurin størsti flokkur við 23,7 prosentum. Tað er ein framgongd upp á 4,8 prosentstig í mun til seinasta val. Tað gevur Fólkaflokkinum tveir tingsessir afturat teimum 6, sum flokkurin fekk á seinasta vali. Fólkaflokkurin hevur í kanningini 8 tingsessir.

 

Hóast Javnaðarflokkurin er tann flokkur, sum missir mest sambært kanningini, 2,2 prosentstig, so varðveitir flokkurin kortini teir 8 tingsessirnar, sum flokkurin fekk á seinasta løgtingsvali.

 

Sambandsflokkurin stendur at kalla í stað í kanningini. Hann fekk á valinum seinast 18,7 prosentstig. Sambært kanningini kvinkar hann upp á 19 prosent, sum tó er søguliga vánaligt úrslit hjá Sambandsflokkinum. Bara tríggjar ferðir hevur Sambandsflokkurin fingið færri enn 19 prosent av atkvøðunum. Tað var á seinast løgtingsvali í 2015, tá flokkurin fekk 18,7 prosent, í 1998, tá flokkurin fekk 18,1 prosent og í 1990, tá flokkurin fekk 18,9 prosent.

 

Sambært kanningini, so hevur Sambandsflokkurin einki vunnið upp á andstøðuleiklutin. Fólkaflokkurin er farin við øllum. Av teimum 5,1 prosentstigunum, sum andstøðan vinnur frá samgonguni, eigur Fólkaflokkurin 4,8 prosentstig og Sambandsflokkurin 0,3 prosentstig.

 

Tað ger eisini munin so stóran millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkurin, at eingin ivi hevði verið um, at tað hevði verið Jørgen Niclasen, sum skipaði nýggja borgarliga samgongu og ikki Bárður Nielsen.

 

Sjálvstýri hevur heldur einki fingið burtur úr sínum andstøðuleikluti. Flokkurin fær 3,6 prosent sambært veljarakanningini. Tað er heldur lakari, enn á valinum í 2015, tá flokkurin fekk 4,0 prosent av atkvøðunum, og flokkurin missir annan tingsessin.

 

Tjóðveldi má eins og hinir samgonguflokkarnir notera sær ein afturgongd. Á seinasta løgtingsvali fekk Tjóðveldi 20,7 prosent av atkvøðunum. Tað er heldur lakari úrslit, enn flokkurin hevði á valunum í fullveldistíðini beint eftir 1998, tá flokkurin vann stórsigur og gjørdist størsti flokkur. Sambært veljarakannigini, so missir Tjóðveldi 1,4 prosentstig og ein tingsess.

 

Eisini andstøðuflokkurin Miðflokkurin hevur afturgongd sambært veljarakanningini. Flokkurin fekk 5,5 prosent av atkvøðunum á løgtingsvalinum í 2015, men fær sambært kanningini 4,7 prosent. Ein afturgongd upp á 0,8 prosentstig.

 

Eins og hinir báðir samgonguflokkarnir, so hevur Framsókn eisini afturgongd sambært veljarakanningini. Á seinasta løgtingsvali fekk flokkurin 6,9 prosent av atkvøðunum. Sambært kanningini stendur hann til at fáa 6,7 prosentstig, sum er ein afturgongd upp á 0,2 prosentstig.