fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 15.05.2018 (10:09)

Kanska er føroyskt á universitetinum ikki deyðadømt kortini

Í morgun fekk Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, á øðrum sinni svar frá stjórnini í málinum um ætlanina at strika undirvísingina í føroyskum á Keypmannahavnar Universiteti.

 

Í svarinum verður víst til teir møguleikar, sum eru fyri at fáa vitan um Føroyar á hesum universiteti – og svarið vísir í veruleikanum, at raðfestingin ikki er høg.

 

Men móti endanum verður sagt, at hóast universiteti sjálvt ger av, hvussu undirvísingin verður skipað, er Útbúgvingarmálaráðið nú farið í dialog við universitetið um hetta málið.

 

- Hetta vísir, at tey hóast alt hava loftað tí bóltinum, sum eg nú tvær ferðir havi tveitt teimum. At fáa henda dialogin í lag var endamálið við at taka málið upp.

 

- Eg veit at universitetið sjálvt hevur endaligu avgerðina, men ein slíkur stovnur livir ikki leysur av samfelagnum. Og eftir mínum tykki er eingin ivi um, at tað er ein skylda at bjóða hesa undirvísing. At málið nú er tikið upp á hægsta stað fær tey vónandi at skilja hetta, sigur Sjúrður Skaale í viðmerking til svarið.

 

Fólkatingslimurin fer nú at biðja stjórnina um at kunna seg um úrslitið av samskiftinum við universitetið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her