Kapping um Barbaru-plakat

Stroymingartænastan Dansk Filmskat hevur skrivað út eina kapping, har tú kanst vinna eina plakat frá filminum Barbara, sum var tikin upp í Føroyum fyri 21 árum síðani.

 

Talan er um film, bygdur á skaldsøguna hjá føroyska rithøvundanum Jørgen-Frantz Jacobsen, sum hann skrivaði við íblástri úr søgnini um Beintu og egnum upplivingum.

 

Filmurin varð frumsýndur 28. september í 1997 – og á 20 ára degnum, 28. september í farna mánaði, varð filmurin frumsýndur umaftur í Havnar Bio, har fólk, ið høvdu verið við til at gera filmin, vórðu boðin. Í hesum sambandi vóru millum annað leikstjórin, Nils Malmros og sjónleikararnir, Lars Simonsen, sum spældi harra Pál, Peter Reichardt, sum spældi Andreas og Helene Egelund, sum spældi Súsanna, komin til Føroya.

 

Í sambandi við hesa umaftur-frumsýning, høvdu tey skrivað nøvnini á plakatina, sum varð gjørd í sambandi við filmin, og tað er hesa plakat, sum Dansk Filmskat nú burturlutar.

 

Tey skriva á Facebook, at tað einasta, tú skalt gera, er at skriva til teirra, hvar tú ætlar at heingja plakatina.

 

Tríggir hepnir vinnarar fáa so boð á Facebooksíðuni Dansk Filmskat hósdagin 26. oktober kl. 12.