Kappingin millum Citroën og Toyota heldur fram

Í marsmánaði var Toyota mest seldi bilur í Føroyum, tí at 32 Toyotabilar vórðu seldir ímóti 29 Citroën. Men higartil í ár er Citroën mest seldi bilur, tí 85 Citroën bilar eru higartil seldir ímóti 84 Toyota.

 

Aftan á Toyota kemur Nissan við 78 bilum og Volkswagen við 63.

 

Í 2016 vórðu seldir fimm Toyotabilar fleiri enn í 2015, tá Citoren var mest seldi bilur í Føroyum. Í 2015 vórðu seldir 311 Citroenbilar og 310 Toytabilar.

 

Í fjør var munurin tó størri, tí tá vórðu seldir 315 Toytabilar og 269 Citroenbilar.

 

Í 2015 og í 2013 var Citroen mest seldi bilur í Føroyum. Men í fjør var tað Toyota, ið sum so ofta áður var mest seldi bilur. Øll árini síðani 2008 – uttan í 2015 og í 2013 – hevur Toyota verið mest seldi bilur.

 

Hendan talvan vísir 10 tey mest seldu bilmerkini í Føroyum higartil í ár:

 

 

Bilmerki

tal

1

CITROEN

85

2

TOYOTA

84

3

NISSAN

78

4

VOLKSWAGEN

63

5

FORD

59

6

MITSUBISHI

39

7

RENAULT

33

8

MERCEDES-BENZ

18

9

SUZUKI

18

10

PEUGEOT

17

 

Hendan talvan vísir 10 tey mest seldu bilmerkini í Føroyum í marsmánaði:

 

 

Bilmerki

tal

1

TOYOTA

32

2

CITROEN

29

3

NISSAN

29

4

FORD

27

5

VOLKSWAGEN

22

6

RENAULT

14

7

MITSUBISHI

13

8

SUZUKI

10

9

BRENDERUP

8

10

KIA

7