Kári P á Summar Festivalin

Legendan vitjar landsins størsta tónleikatiltak

Kári P er millum mest viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar, og í august spælir hann á Summar Festivalinum í Klaksvík.

Kári P hevur verið virkin í tónleiki síðani seksti árini, og hann sungið og skrivað nógvar kendar sangir – Villar Víddir, Kalli Katt, Dansa um gullkálvin og fleiri. Kári P er gløggur eygleiðari av samfelagnum og fólkalívi, og hann dugir sum fáur at seta orð á kenslur og hugtøk.

Í august fer Kári P at framføra sangir úr sínum stóra sangskatti á Summar Festivalinum.