Karin í uppskoti til stóran heiður

Víntænarin á Matstovuni, Koks, á Hotel Føroyum, er við kappingini um høgt virda danska virðisløn


Víntænarin á matstovuni, Koks, á Hotel Føroyum í Havn, er nú í uppskoti til at verða ársins víntænari, ella sommelier, sum tað eitur á fakmáli, í Danmark.

Tað er Den Danske Spiseguide sum stendur fyri átakinum at velja árins bestu í matstovuvinnuni.

 

Hini, sum eru í uppskoti, eru:

 

Nicolai Hyllested, Falsled Kro, Millinge,


Paolo Lolli, Casa d’Antino, København


Dietmar Weiss, Glostrup Park Hotel, Glostrup

 

Hetta er aðru ferð, at Koks er við ímillum tey allarbestu í Danmark.

Í hesum sambandi var Koks eitt av fimm uppskotum hjá Den Danske Spiseguide um at verða ársins matstova í fjør.

Koks vann ikki, men afturfyri vann Hotel Føroyar virðislønina sum Årets Bo- og Spisested í fjør.

Og í ár eru so eisini víntænarin á matstovuni í uppskoti til heiðurin at vera ársins besti á sínum øki.

 

Seinastu árini hevur føroyska matstovinnan verið í stórari menning og tað skerst hekdur ikki burtur, at lokomotivið í hesi menning, hevur verið Hotel Føroyar og matstovan á hotellunum, Koks

Eisini sushi-matstovan, Etika, á Áarvegnum, verður mett at vera ímillum tær bestu í Danmark.

 

Í hesum sambandi var Etika eisini eitt av fribils uppskotunum um at vera  ársins matstova við fiski og skeljafiski í ár.

Tað má eisini sigast at vera eitt herðaklapp, tó at Etika ikki er við í sjálvari finaluni.

 

Tað verður á eini veitslu á Hotel Frederiksminde á Præstø, sunnudagin 26. oktober, at avgerðin fellur.