Karismatiski skipasmiðjustjórin er farin

Øll kendu Poul Mohr. Øll kendu málið í honum, og øll dugdu at herma eftir eyðkendu havnardialektini hjá honum. Og øll kendu onkrar av stuttligu søgunum hjá honum – ella søgurnar um hann

Øll kendu Poul Mohr. Øll kendu málið í honum, og øll dugdu at herma eftir eyðkendu havnardialektini hjá honum. Og øll kendu onkrar av stuttligu søgunum hjá honum – ella søgurnar um hann.

 

Poul kendi øll. Hann tosaði við øll. Hann segði sína meining, og hann lurtaði eisini eftir hinum, sjálvt um hann kortini helt seg sjálvan hava rætt. Hann hoyrdist, har hann var – og hann hevði altíð eina stuttliga viðmerking. Ein sera hugnaligur maður, sum saknur verður í.

 

Poul Mohr gjørdist 88 ára gamal. Seinastu tíðina hevur heilsan bilað, og hann fekk ikki gingið. Seinasta árið ella so hevur hann verið á Tjarnargarði í Havn – á gomlu Marinustøðini.

 

Poul Mohr var sonur ein annan kendan havnarmann, Kjartan Mohr og Dennu, Kristiane Sofie Holm, sum var ættað úr Hvalba.

 

Kjartan stovnaði Tórshavnar Skipasmiðju í 1936. Hetta stóra arbeiðsplássið í Havn kom eisini at vera lívsstarvið hjá Poul Mohr. Hann var útbúgvin skipsførari, men frá 1952 var Tórsahavnar Skipasamiðja arbeiðspláss hansara.

 

Hann var næsti maður pápans, og tá Kjartan Mohr doyði í 1979 – sama dag sum nýggja bedingin var tikin í brúk, og Sólborg, (hvørs eigarar nú eiga Skipasmiðjuna) varð hálað upp við nýggja vogninum, tók Poul Mohr við stjórastarvinum.

 

Poul var giftu Annu, sum var dóttir Dánjal Paula Jacobsen á Skála. Dánjal Pauli doyði tíðliga, og konan, Maria, giftist upp aftur við hoyvíksbóndanum Jógvani Húsgarð. Anna og Poul áttu fýra børn, Brynhild, Kjartan, Gunnar og Balla (Dánjal Paula). Kjartan doyði fyrraárið 61 ára gamal.


Poul sást javnan á hestbaki. Og hann var tann seinasti av teimum, sum var við í fyrstu ólavsøkusrkrúðgonguni í 1942.

 

Hann hevur greitt frá, at menn hittust heima hjá Kjartan Mohr dagin fyri ólavsøku í 1942. Har vóru Gustav Reinert, Edvard Samuelsen og Kjartan Mohr, og teir góvu boðini víðari til reiðfólk um at hittast ólavsøkuaftan. Keisarin, Vilhelm Tórsheim, gekk fremst við merkinum, honum á baki kom Frelsunarherurin við hornblástri, og so komu reiðfólkini. Dentur varð frá fyrsta degi lagdur á, at reiðfólkið skuldi vera væl ílatið. Hvít skjúrta og svart slips var búnin hjá reiðfólkunum. Hetta var byrjanin til ólavsøkusetanina, sum vit kenna hana í dag – og øll árini hava rossini átt heiðurspláss í skrúðgonguni.

 

Poul Mohr ringdi javnan á redaktiónina hjá okkum í Miðlahúsinum, um hann hevði okkurt upp á hjarta, ella hann vildi viðmerkja eitthvørt – og eisini fyri at rósa.

 

Einaferð hevði blaðstjórin á Sosialinum skrivað um Atlantic Petroleum, sum hevði fingið nýggj skrivstovuhøli í húsunum hjá Wellejus niðri í Gongini. Skrivað stóð, at skrivstovan var »á Kongabrúnni«. Tað helt Poul Mohr vera for galið, so hann kom inn á redaktiónina at finnast at.

 

– Hatta er ikki Kongabrúgvin! Hon er hinumegin. Hatta er Evensensbrúgv, segði hann erpin, tí staðarnavnið er eftir langabba hansara, J. P. Evensen, handilsmann. Poul Mohr helt, at blaðstjórin eisini kundi havt skrivað »Müllersbrúgv«, sum hon eisini verður nevnd eftir langabba blaðstjórans!

 

Eina aðru ferð ringdi hann at brokka seg um, at fjølmiðlarnir kallaðu nýggju bryggjuna uttan fyri Skansan fyri »Nyhavn«. Hetta danska láninavnið varð púra vanligt á mannamunni í mong ár, og tað skurraði illa í oyrunum hjá Poul Mohr. Hann kundi ikki fordraga tað navnið.

 

– Hatta ljóðar so býtt. Skrivið okkurt annað, helt hann fyri.

 

Vit spurdu, hvussu hann helt, at vit kunnu kalla nýggja havnarlagið.

 

– Tað veit eg ikki, men okkurt annað enn hatta fjákuta danska.

 

– Tit kunnu skrivað »Skansabryggjan«, tí hatta liggur beint uttan fyri Skansan.

 

Vit so gjørdu. Ringdu tó til Tórfinn Smith, sála, sum tá var formaður í havnarnevndini at vita, hvat hann helt. Jú, eitt sera gott hugskot. Tvær vikur seinni ringdi Tórfinn Smith at siga, at nú varð avgjørt, at bryggjan eitur »Skansabryggjan« eftir uppskoti frá Poul Mohr í Sosialinum.


Tá útbyggingin av Skansabryggjuni, sum nú er í gongd, varð planløgd, skrivaðu vit hesa søguna í Sosialinum, um at tað var Poul Mohr sum fann upp á navnið »Skansabryggjan«.

 

Tá ringdi hann aftur.

 

– Túw, hatta passar hattar har, eg minnist tað gott hatta við hasum navninum Skansabryggjan. Men tað er óluksáliga nógv broytt í Havn hesi sekstan árini, segði hann upp á sín serliga speiska máta, tá tú visti, at har fór okkurt gullkorn at koma. Hvat meinti Poul við?

 

– Túw, nú hevur Eimskip alla Skansabryggjuna. Skipafelagið seldu føroyingar til Íslands. Og hinumegin, á Viðarnesi, hava vit Vónina. Hana hava føroyingar eisini selt til Íslands.

 

– Oljufelagið Magn húsast eisini á Viðarnesi. Tað er eisini selt til Íslands. So manglar bara, at Effo eisini verður selt til Íslands.

 

Og so kom tað....

 

– Vit skuldu kanska heldur kallað havnina fyri »Islands Brygge«, tá alt kortini skal seljast til Íslands, sigur Poul Mohr skemtandi – tó við stórum álvarsemi.

 

Honum dámdi slett ikki gongdina við, at allar vinnufyritøkurnar verða seldar av landinum, fyri at onkur skal tjena skjótar pengar, men hevði ein serliga skemtiligan máta at siga tað uppá, sjálvt um hann meinti tað í rámasta álvara.

 

Søgurnar um tann kariskmatiska og sera ágrýtna vinnulívsmannin eru nógvar og stuttligar. Tikin úr leikum ljóðkátur, litríkur og hittinorðaður skemtari.

 

Og nú vit eru í gongd, kunnu vit taka ta klassisku við eisini, um dreingin, sum svøvnpískutur møtir Poul Mohr úti á Rundingi ein morgun, tá klokkan er farin av átta.

 

– Tú gamli, tú ert forseinir, hvessir Poul í hann.

 

Og drongurin svarar:

 

– Tað rakar ikki teg, eg arbeiði slett ikki hjá tær!

 

– Tað kann gera tað sama, tú ert forseinir atlíkavæl!

 

Saknur verður í tær Poul, hvíl í friði!