Karl Martin fyllir 60

Rocksangarin Karl Martin Samuelsen verður í dag 60 ár.

Karl Martin er klaksvíkingur og landskendur sum sangari og tónleikari.

Hann byrjaði longu sum unglingi at fáast við tónleik, og hann er framvegis virkin í føroyskum tónleikalívi.

Stóra gjøgnumbrotið sum rocksangari fekk hann í bólkinum Hjarnar, og seinni var hann sangari í eitt nú Joka og á barnaútgávum saman við Margretu á Rógvu. Eisini hevur Karl Martin verið við í nógvum øðrum samstørvum og útgávum – eitt nú saman við Anfinn & Co., Aldubáruni, Tórshavnar Manskóri og fleiri.