Rocksangarin Karl Martin Samuelsen verður í dag 60 ár.
Karl Martin er klaksvíkingur og landskendur sum sangari og tónleikari.
Hann byrjaði longu sum unglingi at fáast við tónleik, og hann er framvegis virkin í føroyskum tónleikalívi.
Stóra gjøgnumbrotið sum rocksangari fekk hann í bólkinum Hjarnar, og seinni var hann sangari í eitt nú Joka og á barnaútgávum saman við Margretu á Rógvu. Eisini hevur Karl Martin verið við í nógvum øðrum samstørvum og útgávum – eitt nú saman við Anfinn & Co., Aldubáruni, Tórshavnar Manskóri og fleiri.