Karl Martin: Heilt upp at koyra

Karl Martin Samuelsen er klárur at hitta aftur

Á 60 ára føðingardegnum hjá rocksangaranum Karl Martin Samuelsen var nýggjur sangur hjá honum lagdur á YouTube.

Sangurin kallast ”Heilt upp at koyra”. Steintór Rasmussen hevur skrivað orðini, og Karl Martin Samuelsen hevur gjørt lagið.

Talan er um fangandi og lívligan rocksang, sum saktans kann gerast hitt, og Karl Martin Samuelsen syngur sum vant framúr væl.

Live-upptøkan við sanginum kann síggjast omanfyri.