Karpe diem!

FRAMTAKIÐ – fyri rættinum at velja kannabis, vil við hesum heita á teg, sum av ein hvørjari orsøk er fyri at loyva kannabissi, verði tað seg sum heilivág ella til rekreation, um at skriva til løgtings fólk, har tú/tit siga hví kannabis skal vera loyvt. Vit hava mangan sæð hvussu hugburðurin heilt kann broytast frá  eini 1. til 3. viðger, og er tað vónin hjá okkum í Framtakinum, at hettar málið ikki fær somu lagnu.

 

Tað, at eitt ítøkiligt uppskot er lagt fyri tingið, um at loyva kannabissi sum heiligvág, er sjáldsamt, og um vit ikki taka av hesum møguleikanum, at ávirka tey fólkavaldu til at gera “tað sum er rætt og sømiligt”, ja so vita vit ikki nær vit aftur fáa hendan møguleikan.

 

Fyrsta viðger av tingmálið nr: 79/2017 var í Løgtinginum 7.2.2018, og var viðgerin sum heild jalig, við einum undantakið; Tjóðveldinum. Tað var heilt týðiligt at tingfólkini hjá hesum flokkið vóru rikin í rætt, og við Ingolf Sólheim Olsen á odda, høvdu øll somu neiligu støðu sum landstýriskvinnan í heilsumálum Siri Stenberg hevði.

 

Hendan støðan hevði sín uppruna í tí óseriøsa álitinum, frá landsapotekaranum og landslæknanum. Framtakið sær hettar álit sum ógvuliga ósakligt, og vit halda at tað mest líktiskt onkrum sum varð endurgivið frá niðurstøðum hjá Danska heilsustýrinum. Sjáldsamt er tað at hoyra Tjóðveldi hálova nøkrum ið er so Danskt, men tað var tað sum hendi í tinginum hendan dagin, ja líka sjáldsamt sum tað er at hoyra Tjóðveldi nevna loysing. 

 

Latið okkum taka eitt tak fyri ­kannabis heilivági, og stuðla hesum uppskotið, sum Miðflokkurin við Jenisi av Rana á odda, hevur lagt fram.

 

Møguleikin er nú … karpe diem!

 

Við vón um góða undurtøku

Framtakið