Leita á in.fo

Magni Arge 03.10.2017 (18:02)

Katalanski fólkaviljin sigraði á sponskum harðskapi

Tey, sum skriva og siga frá samanbrestum millum katalonar og sponsku løgregluna, siga ikki alla søguna, tá tey greiða frá, at løgreglumenn skumpaðu fólk til viks á valinum sunnudagin. Tí í hvørjum einasta føri vóru tað paramiliterir politistar, ið lupu á veljarar og friðarfólk, sum slerdu manngarð um síni valstøð. Tey vildu sleppa á val at siga sína hugsan um, hvørja leið Katalonia skal halda, og tey vildu verja síni demokratisku rættindi.

 

Tá svørtkløddu hernaðarpolitistarnir útgjørdir til at berja niður ófrið lupu á og trokaðu seg inn á valstøðini, bardu teir fyrilitarleyst fólk av. Ongin varð spardur. Teir bukaðu gamlar konur, bardu gamlar menn, drógu ungar gentur eftir hárinum og stigu á liggjandi fólk. Tað var ein skakandi sjón.

 

Katalonar savnaðust á valstøðunum, sum í mongum førum vóru skúlar, longu dagin fyri valdagin. Skipaðu fyri tiltøkum av ymsum slag. Sungu, spældu og matgjørdu í longum banum. Tey vildu tryggja sær, at teirra valstað var opið og atkomiligt. Tí tey vildu sleppa at atkvøða.

 

Og hetta var teirra val. Her var ikki talan um eina populistiska øsing, men um eina ovurstóra fólkarørslu, sum var siðilig, vitborin, friðarlig og demokratisk. Tað nam við innastu kenslurnar, tá tey so hjartaliga tóku ímóti og heilsaðu okkum, sum vóru komin at fylgja við valinum.

 

Stormtropparnir

Tað fór hinvegin kalt niður eftir rygginum, tá alvápnaðu svartkløddu stormtropparnir hjá Rajoy í Madrid - Guardia Civil - fyrilitarleyst lupu á hesi friðarfólkini, sum vápnaleys vardu valstøðini og atkvøðukassarnar.

 

Sum ein rómversk hermaskina lupu teir á, sveiggjaðu gassarnar og slóu ung og gomul, kvinnur og menn. Hesir anonymu menninir handan hjálm spurdu ikki og talaðu ikki, men bardu seg bara inn á skúlar og barnagarðar og rændu atkvøðuseðlar og -kassar.

 

Hóast spanska veðurlagið er heitt, er nú ísakalt millum Katalonia og sponsku stjórnina. Tað kólnaði rættiliga, tá grundlógarrætturin í 2011 annuleraði 14 greinir í lógini um katalanskt sjálvstýri, sum stjórnin og Katalonia samtyktu í 2006. Tey mistu rættin at lýsa seg sum tjóð og at brúka katalanskt sum fremsta mál, og rætturin at krevja inn skatt og umsita ávís málsøkir varð skerdur.

 

Ongin dialogur

Katalonar hava í risastórum mótmælisgongum og á politiskum stigi mótmælt hesum og kravt størri sjálvræði. Men viljin til dialog hevur verið vánaligur, og frælsið er støðugt skert.

 

Tí eru fleiri annars púra ólíkir flokkar frá vinstru til høgru gingnir saman um kravið at fáa viðurkendan katalanskan sjálvsavgerðarrætt. Á valinum í gjár atkvøddu 90% fyri hesum, og um øll sluppu á val í morgin, var undirtøkan neyvan minni.

 

Katalonar vóru kortini kloyvdir um spurningin at loysa frá Spania og eru tað enn, men harðliga framferðin hjá sponsku stjórnini fær heilt vist fleiri at taka undir við at skipa Katalonia sum sjálvstøðugt land.

 

Í dag mótmæla katalonar framferðini hja sponsku stjórnini, og týsdagin fara fakfeløgini i aðalverkfall av somu orsøk. Mikudagin kemur tingið saman, og flytur onki seg hesar dagarnar, fer tingið helst at samtykkja eina lóg, sum staðfestir, at Katalonia skal gerast sjálvstøðugt land.

 

Vil hava ES uppí

Forsetin Piedgemont hevur kortini í dag heitt á ES um at taka lut sum semingspartur í eini roynd at finna eina loysn, sum virðir báðar partar sum fólk og tjóð. Piedgemont hevur áhaldandi sagt, at Katalonia vil samstarva við Spania, men tað má byggja á virðing fyri katalanskum sjálvsavgerðarrætti.

 

Katalonar ynskja eins og skotar at vera partur av ES og vildu hava líknandi fólkaatkvøðu, sum skotar fingu í semju við bretsku stjórnina. Toppurin í ES er sera varin við sínum viðmerkingum. Luvíst vil ES ikki leggja seg út í innanhýsis sponsk viðurskifti, og hinvegin óttast ES fyri, at fleiri líknandi átøk verða aðrastaðni í Evropa.

 

Men ongin ivi er um, at katalonar fingu styrkt sína støðu á valinum í gjár, meðan spanska stjórnin misti nógv við sínu harðrendu framferð, sum ikki er sæddur í demokratiskum vestanlandi í hálva øld.

 

Ongin onnur ætlan

Spurdur, hvør plan B er, um gongd ikki kemur á samráðingar millum partarnar, svaraði Raoul Romeva, uttanríkisráðharri, at ongin plan B finst. ”Vit staðfesta sjálvsavgerðarættin, og so taka vit tað har frá," segði hann.

 

Hinvegin kann Rajoy velja at seta Katalonia undir umsiting og herseta landslutin. Taka evropeisku londini undir við tí, hava tey sett til viks bæði fólkaræðið og prinsippið um sjálvsavgerðarrætt, sum er staðfest í ST-sáttmálanum. Og so er paralellurin til gongdina í Evropa í tríatiárunum fullkomin.

 

Sjálvandi skulu vit í Føroyum ikki blanda okkum uppí, hvørja leið katalonar vilja halda, men vit eiga at verja fólkaræðið og sjálvsavgerðarrættin, tí tað rakar sanniliga eisini okkum, um hesi grundleggjandi rættindi hjá fólki verða traðkað undir fót. Og tað verða tey í Evropa í 2017.

 

Magni Arge, fólkatingsmaður

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her