Katrin mynstrar av

Hvannasunds kommuna skal hava nýggjan borgarstjóra

Nú síðsta freist er farin at lata listar inn til kommunuvalið áttanda november, er tað greitt, at tað á nýggjárinum verður nýggjur borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.

 

 

Katrin Næs hevur verið borgarstjóri hetta valskeiðið. Hon hevur gjørt av at gevast í kommunupolitikki, og harvið skal nýggjur borgarstjóri veljast. Katrin var eisini borgarstjóri seinna partin av síðsta valskeiði. Hon tók við, tá ið Veronika Petersen, sum var borgarstjóri fyrra partin av skeiðnum, flutti av landinum í eitt skifti.

 

 

Tað eru tveir listar til valið í Hvannasunds kommunu. Í bygdarráðnum eru fimm limir, og tey fýra, sum hetta skeiðið sita saman við Katrini Næs, borgarstjóra, eru øll á øðrum listanum. Tey eru Jákup Martin Poulsen, varaborgarstjóri, Irdi Jacobsen, Livar Nysted og Allan Simonsen.

 

 

Tað eru fimm bygdir í Hvannasunds kommunu: Hvannasund, Múli, Norðdepli, Depli og Norðtoftir. Á nýggjárinum var samlaða fólkatalið 398 – 237 í Hvannasundi, eingin í Múla, 156 í Norðdepli, tvey í Depli og trý á Norðtoftum.