info
Ongi úrslit

Katrin mynstrar av

Hvannasunds kommuna skal hava nýggjan borgarstjóra

info
Jóannes Hansen
18. oktober 2016 kl. 22:08
Nú síðsta freist er farin at lata listar inn til kommunuvalið áttanda november, er tað greitt, at tað á nýggjárinum verður nýggjur borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Katrin Næs hevur verið borgarstjóri hetta valskeiðið. Hon hevur gjørt av at gevast í kommunupolitikki, og harvið skal nýggjur borgarstjóri veljast. Katrin var eisini borgarstjóri seinna partin av síðsta valskeiði. Hon tók við, tá ið Veronika Petersen, sum var borgarstjóri fyrra partin av skeiðnum, flutti av landinum í eitt skifti. Tað eru tveir listar til valið í Hvannasunds kommunu. Í bygdarráðnum eru fimm limir, og tey fýra, sum hetta skeiðið sita saman við Katrini Næs, borgarstjóra, eru øll á øðrum listanum. Tey eru Jákup Martin Poulsen, varaborgarstjóri, Irdi Jacobsen, Livar Nysted og Allan Simonsen. Tað eru fimm bygdir í Hvannasunds kommunu: Hvannasund, Múli, Norðdepli, Depli og Norðtoftir. Á nýggjárinum var samlaða fólkatalið 398 – 237 í Hvannasundi, eingin í Múla, 156 í Norðdepli, tvey í Depli og trý á Norðtoftum.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

20 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

14 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

1 tími síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

4 tímar síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

11 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

13 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

14 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

14 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

14 tímar síðan