Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 11.02.2019 (23:54)

Kavi í Hawaii

Tað hevur verið illveður á amerikonsku Hawaii-oyggjunum í Kyrrahavinum seinastu dagarnar, og nógvir íbúgvar hava upplivað streymslit, trø eru fallin, og fyri vikuskiftið druknaði eisini ein maður í stóru aldunum.

 

Tað veit Hawaii News Now at siga. Sambært Washington Post, er talan um heilt serstakar og óvanligar umstøður á kyrrahavsoynni, og lokalir veðurfrøðingar í økinum eru eisini samdir í hesum útsagnum.

 

Lagt verður aftrat, at kavi er lagstur á einum gosfjalli á oynni, Maui, sum liggur í 1900 metra hædd, og hildið verður, at hetta er fyrstu ferð, at kavi er lagstur á so lágum lendi á Hawaii.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her