Danska veðurstovan DMI sigur um veðrið í dag, at vindurin veksur til gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 - 10 m/s, sum seinni í kvøld snarar í ein útsynning, og vindurin veksur til stívt andøvgsul upp í hvassan vind, 10 - 15 m/s. Tað verður skýggjað og kavi ella vátakavi í støðum. Hitin millum frostmarkið og 2 stig í dag. Í nátt verður 10 - 15 m/s, skýggjað og avfall, fyri tað mesta sum regn. Seinni klárnar av vestri, tó við einstøkum ælum. Hitin veksur í nátt til millum 3 og 6 stig.
Í morgin verður stívt andøvgsul upp í hvassan vind av vestri, 10 - 15 m/s, sum seinni út á dagin snarar í ein útnyrðing, og minkar til 5 - 10 m/s. Skiftandi skýloft og einstøk æl, um náttina partvíst sum kavi ella vátakavi. Hitin um dagin millum 3 og 7 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Mikudagin veksur hann vindin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 - 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s við enn harðari hvirlum. Um náttina minkar vindurin. Skiftandi skýloft við kavaælum. Hitin millum 3 hitastig og 3 kuldastig, kaldast um náttina.