Leita á in.fo

Marin Rasmussen og Jørmund Skoradal fingu gávu og blómur frá Byggivirkinum KBH á Toftum.

Vilmund Jacobsen 12.09.2018 (09:56)

Jørmund og Marin fingu heiðursgávur

Í gjár var lítið hátíðarhald á Byggivirkinum KBH á Toftum, har tvey starvsfólk vórðu heiðrað fyri ávikavist 10 og 11 ára starvstíð hjá fyritøkuni. Talan er um Jørmund Skoradal og Marin Rasmussen.

 

KBH skipaði fyri felags morgunmati í kantinuni, har øll starvsfólkini í fyritøkuni samlaðust eina løtu, áðrenn farið varð út til tey ymisku byggiplássini, har fólk hjá felagnum arbeiða í løtuni.

 

Tað var Benn Johannessen, sum handaði Jørmundi Skoradal og Marini Rasmussen gávu og blómur og takkaði teimum fyri tíðina, samstundis sum hann ynskti teimum nógv ár aftrat í fyritøkuni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her