Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 07.11.2018 (13:19)

Kend reiðarí í Føroyum fara nú at gera vindeygu og hurðar

Eitt felag undir stovnan, sum Framherji, Varðin og  Kimbil eiga, hevur í dag keypt allan partapeningin í H-Dygd. Tað verður boðað frá í tíðindaskrivi beint nú, men keypsprísurin verður ikki upplýstur.

 

H-Dygd hevur sínar røtur heilt afturi í 1968, og hevur seinastu tíðina verið ein familjufyritøka, sum ger vindeygu og hurðar til føroyska marknaðin, og felagið hevur eisini fótað sær uttanlands seinastu tíðina.

 

Felagið fer framyvir at halda fram við verandi virksemi sínum í Vatnsoyrum og Miðvági. Ongar serligar broytingar vera í felagnum, og starvsfólkini hjá felagnum halda sostatt fram í starvi sínum.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her