Kendir sangarar tulka sálmar í nýggjum hami

Í sambandi við 500 ára hátíðarhaldið av reformatiónini verður konsert í Norðurlandahúsinum týsdagin 24. oktober kl. 20.

 

– Ein einføld, men hugvekjandi heildaruppliving við íblástri úr kirkjuligari liturgi í eini samanrenning av ljósi, ljóði og upplestri tulka ymiskir sangarar og tónleikarar frítt sálmar úr Sálmabókini.

 

Soleiðis skriva fyrireikararnir í sambandi við konsertina, har Annika Hoydal, Teitur Lassen, Jón Aldará, Niels Midjord, Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Greta Svabo Bech tulka sálmar fara at tulka sálmarnar.

 

Tónleikararnir eru Torleik Mortensen, Andrias Tykjær Restorff, Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvald Højgaard Petersen

 

Ljóð: Theodor Kapnas

 

Pallseting og upplestur: Annfinnur Heinesen