fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Árni Olafsson 17.01.2017 (13:47)

Kendur embætismaður farin

Niels Bentsen, rikisumboðsmaður í Føroyum 1981 – 88, doyði 16. januar 2017. Hann var føddur í mars 1936, so hann hevði fylt 81 til várs, varð honum lív lagað.

 

Hann tók løgfrøðiligt embætisprógv í 1960 og fór straks í ríkisins tænastu, fyrst í kenslumálaráðið og síðan innanríkisráðið, har hann gjørdist skrivstovustjóri í 1975.

 

Haðani kom hann til Føroya í 1981 sum ríkisumboðsmaður. Tá hevði hann drúgvar royndir sum embætismaður, serliga í heilsumálum, og hevði sitið í ymsum nevndum og eisini tikið lut í europeiskari og í norðurlendksari samvinnu.

 

Sjálvur var eg komin heimaftur á klettarnar fáar mánaðar frammanundan og var virkandi skrivstovustjóri í Tinganesi inntil á heysti 1984. Har tókst eg mest við uttanlanda- og fiskivinnumál, so vit fingu ikki so nógv við hvønn annan at gera. Tað var starvsbróðir mín í Tinganesi, Johan Djurhuus, sum hevði mesta samskiftið við hann.

 

Tað gjørdist skjótt greitt, at Niels Bentsen var sendur til Føroya við tí uppgávu at gera ríkismyndugleikarnar meira sjónligar í Føroyum. Tað tóktist sum at teir á Slottshólminum hildu, at javnvágin millum land og ríki tey seinru árini var farin nakað av lagi til fyrimunar fyri landsmyndugleikarnar, og at hetta var Niels Bentsen rætti maðurin at rætta uppá.

 

Niels fór hugagóður undir hesa uppgávu, og helst man hann hava verið nakað óstortligur viðhvørt. Ídni hansara varð ikki líka væl dámt allastaðni millum føroyskar politikkarar og í føroyska embætisverkinum. Tann altíð orðkringi Finnbogi Ísakson, ið eisini dugdi sína danmarkarsøgu,  mintist til, at einaferð i miðøld var danskur kongur nevndur Niels, so hann gav skjótt nýggja ríkisumboðsmanninum eyknevnið ”Kong Niels”, og tað var hangandi. Og ikki haldi eg, at honum dámdi tað so illa.

 

Niels var sera virkin, og sum fráleið helt hann vist, at embætisskyldurnar tóku í minna lagi av hansara tíð. Hann fór so til stuttleikar at gera kanningar til bók sum hann í 1988 læt geva út um føroysku fólktingsumboðanina ígjøgnum tíðirnar.

 

Niels fór úr Føroyum í 1988. Tá var runnið saman millum hansara og Dinnu Gilstón, og giftust tey bæði árið eftir í føroysku kirkjuni í Keypmannahavn. Tá hevði hann – eftir enn eitt stutt skeið í innanríkisráðnum, fingið starv sum stiftsamtmaður í Roskilde, sum hann røkti til embætið varð niðurlagt í 2005, stutt áðrenn hann fylti 70.

 

Tann Niels, ið kom niðuraftur til Danmarkar í 1988 var ikki sami maður, ið kom til Føroya sjey ár frammanundan. Framvegis hevði hann atfinningar um mangt og hvat í almennu Føroyum. Men, nú hevði hann nógv meiri ans fyri øllum tí, sum ger Føroyar áhugaverdar. Hann var nú rættur føroyavinur, og hann og Dinna gjørdust virkin í tí føroyska umhvørvinum í danska høvuðsstaðarøkinum. Tá ið føroyska listafelagið í Danmark skipaði fyri stórari og nógv róstari framsýning av føroyskari list í Roskilde í 1992, lá hansara partur ikki eftir. Eisini skipaði hann fyri onkrari føroyaferð fyri felagsskap í Roskilde.

 

Niels var virkin pensionistur. Serliga eftir at eisini Dinna gavst í starvi sínum í danska kenslumálaráðnum gjørdu tey nógv av at ferðast.

 

Nakað av tí, sum Niels segði hevði dámt honum best við starvinum sum ríkisumboðsmaður vóru tey mongu fólk, ið vitjaðu á amtmansborgini. Honum dámdi væl at vera saman við fólki. Eisini í Roskilde fekk hann samband við nógv fólk, m. a. við at taka aktivan lut i felagslívinum á staðnum.

 

Niels fylgdi til tað seinasta væl við í, hvat fyrifórst í føroyskum politikki og samfelagslívi og vildi gjarna skifta orð um hesi viðurskifti við fólk við skili fyri føroyskum viðurskiftum. Tá ið hann frætti um bankaskrædlini í 1992-93 og tey eftirfylgjandi tiltøkini, helt hann fyri, at hetta fór at fáa ógvusligar avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin. Hesum fekk hann við tíðini rætt í. Hesi árini vóru Føroyar og føroyingar ofta fyri ágangi í danskari pressu, og meira enn einaferð tók Niels til orðanna ímóti slíkum álopum.

 

Sjálvur var eg saman við honum fyri fáum døgum síðan saman við øðrum føroyingum og føroyavinum. Hann var lívsfúsur sum altíð. Lítið vardi tað okkum, at fáar dagar seinri fór hann ikki longur at vera okkara millum.

 

Eftir sita tríggjar døtur frá hansara fyrra hjúnalagi, sum allar eru væl undankomnar, og Dinna, sum fyri kortum upplivdi ta størstu sorg ein móðir kann koma út fyri, nevnliga at jarða dóttur sína, Duritu. Ferðin til jarðarferð Duritu gjørdist seinasta føroyaferðin hjá Niels Bentsen. Annars var nú drúgvari millum føroyaferðir hansara, tí sum hann segði, tey flestu hann kendi í síni tið sum ríkisumboðsmaður vóru ikki á foldum longur. Og nú fór eisini hann.

 

Vit hava samkenslu við teimum, ið mist hava, bæði døtrum hansara og teirra næstringum, og Dinnu.

 

Friður veri við minninum um ein rættskafnan embætismann og eitt sera livandi  menniskja.