Leita á in.fo

Neli Heldarskarð 03.08.2016 (12:34)

Kendur filmstjóri gjørt upptøkur í Føroyum

Seinastu vikuna hevur viðurkendi, týski filmstjórin, Wim Wenders, gjørt upptøkur til komandi film sín, Submergence, í Føroyum. Talan er um ein film, ið er tikin upp í einari rúgvu av londum - bæði í Evropa og Afrika.

 

Fyri løtu síðani hevði Wim Wenders tíðindafund á Hotel Føroyum fyri føroysku fjølmiðlunum.

 

- Vit byrjaðu í Berlin í Týsklandi, og síðani fóru vit til sunnara partin av Frakland. Eftir hetta fóru vit aftur til Berlin, áðrenn vit fóru til Madrid og útjaðarar í Spania. Síðani gekk leiðin til Djibouti í Afrika, áðrenn vit endaðu filmsupptøkurnar her í Føroyum, greiðir Wim Wenders frá um upptøkurnar til komandi filmin í samrøðu við in.fo.

 

Filmurin snýr seg um bretan, James More, ið er tikin til fanga í eystara partinum av Afrika av jihadistum. Í "Greenland", sum helst skal ímyndast at vera Føroyar, er Danielle Flinders klár at kava undir vatni við einum undirvatnsbáti fyri at bjarga mannin, ið hon elskar. Síðani verður filmshyggjarin leiddur aftur til farnu jólini, har James og Danielle hittust á fronsku strondini og gjørdust forelskað.

 

 

- Hesin filmurin er øðrvísi enn allir aðrir, ið eg áður havi gjørt. Talan er um ein sannan ævintýrafilm við heimspolitiskum dimensjónum. Filmurin er eisini upplivingarríkur og er kærleiksfilmur burturav, ið eisini er hjartaskerandi. Eg havi ongantíð havt so nógvar torførar, ymiskar og serligar upptøkur sum í hesum filminum, greiðir Wim Wenders frá um filmin.

 

Hann leggur afturat, at filmurin er eitt vet longri enn tveir tímar til longdar, og at føroysku upptøkurnar fylla umleið 10 minuttir av filminum.

 

Wim Wenders er kendur filmstjóri, ið áður hevur stjórnað filmum sum Wings of Desire, Buena Vista Social Club og Salt of the Earth.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her