Kendur James Bond bilur til sølu

Aston Martin DB10 frá James Bond-filminum Spectre er nú til sølu.

 

DB10 er skraddaraseymaður av bretsku Aston Martin bilverksmiðjuni til James Bond-filmin.

 

Einans 10 bilar eru gjørdir av slagnum, men tað er bert tann eini, sum verður seldur á uppboðssølu í London tann 18. ferbuar, so hann er ein rættiliga sjáldsamur bilur at eiga í garasjuni. Yvirskotið fer til felagsskapin Læknar uttan landamørk.

 

Aston Martin DB10 er einans fremleiddur til James Bond-filmin. Bilurin er ikki góðkendur til koyring á alfaravegi og er heldur ikki krasjtestaður. Heldur ikki er nakað garanti upp á bilin.

 

Karrossaríið er gjørt úr kolfipri, meðan kabinan, sum er hondgjørd, er úr leður, aluminium og kolfipri. Motorurin er ein 4,7-litra V8 við 436 hk. Roknað verður við, at bilurin fer fyri eitt stað millum 1 og 1,5 milliónir pund.

 

Bilurin, sum fer á uppboðssøluna, er signeraður av Daniel Craig, sum spælir James Bond í filminum.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja eina sjónvarpsupptøku um bilin.