fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 25.12.2018 (23:00)

Kevin Spacey lagt undranarvert videobrot út

Eftir fleiri ákærur um seksuellan ágang bleiv virðislønti sjónleikarin, Kevin Spacey, avskrivaður úr sendirøðini, House of Cards, har hann hevði høvuðsleiklutin sum hin korrupti forsetin, Francis Underwood. 

 

Í januar mánað skal Kevin Spacey møta í rættinum í Massachusetts, har hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein 18 ára gamlan drong á einari barr í 2016. 

 

Samstundis sum hetta kemur fram, hevur hann nú lagt eitt undranarvert videobrot út á sín Twitter-vanga. Í leiklutinum sum Francis Underwood tosar hann um ymiskt, sum ivaleyst snýr seg um nógvu ákærurnar. Við eygunum beint inn í kamerað, eins og Francis Underwood javnan gjørdi í House of Cards, verjir hann seg sjálvan onkursvegna:

 

- Tú hevði ikki trúð tí ringasta uttan prógv, ha? Tú hevði ikki gjørt tær niðurstøður beinanvegin uttan fakta, ha? Gjørdi tú tað? spyr hann.

 

Kevin Spacey hevur kallað videobrotið “Let me be Frank”, sum kann sipa til Frank Underwood leiklutin ella “Lat meg vera ærligan” - altso fyri at siga tað bart út. Hetta er eitt heldur løgið videobrot at leggja út í sambandi við ákærur um seksuellan ágang, samstundis sum tað eggjar hyggjaranum at tulka, hvat hann meinar við.

 

Tú kanst síggja videobrotið omanfyri.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her