fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 03.10.2016 (15:54)

Keypa nógv fleiri nýggjar bilar

Talið av nýggjum skrásettum akførum er væl hægri í ár enn í fjør. Meðan tað fyrstu níggju mánaðirnar í fjør vórðu innflutt 1904 nýggj akfør, er talið í ár 2160, ein vøkstur upp á 256 akfør ella 13,5 prosent.

 

So gott sum allur vøksturin stavar frá persónbilum. Talið á skrásettum nýggjum persónbilum er økt úr 1376 til 1597, tað vil siga við 221 bilum.

 

Størsti lutfalsligi vøksturin er í neyðsendarakførum, har talið er farið úr 10 upp í 20 nýggj akfør. Tað eru eisini skrásettir 24 fleiri viðfestisvognar higartil í ár enn sama tíðarskeið í fjør, og 15 fleiri prutl.

 

Innflutningurin av nýggjum lastbilum er minkaður nakað, men sum in.fo skrivaði fyrr í dag, eru fleiri brúktir lastbilar komnir til landið í ár í mun til undanfarin ár.