fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Mynd: Ritzau

Hallur av Rana 12.08.2017 (10:00)

Keypmannahavn: Soleiðis skulu bandarnir basast

Bandakríggj hevur seinastu mánaðirnir herjað í danska høvuðsstaðnum eftir, at motorsúkklubólkurin Loyal to Familia er farin at vaksa um sítt virksemi. Tað hevur skapt øði í økjum í Nordvest og Nørrebro, har lokalir bandar hava svarað aftur og vart síni økir.


Fleiri skottilburðir hava verið í Nørrebro og Nordvest seinastu vikurnar, har ósek fólk eru vorðin fangað og rakt í stríðnum millum stríðandi partarnar.


Higartil hevur tað ikki eydnast løgregluni at steðga stríðnum, men nú ynskir Søren Pape Poulsen, danski løgmálaráðharrin, at styrkja um løgregluna og basa stríðnum. Í gjár kunngjørdi ráðharrin 12 punkt, ið skulu basa trupulleikanum og aftur gera býin tryggan fyri borgaran.


- Teir nógvu skóttilburðirnir bera boð um hvussu álvarsom støðan er. Bæði sum borgari og løgmálaráðharri má eg siga, at vit mugu gera alt fyri at økja um tað frammanundan sterka trýstið á bandunum, segði Søren Pape Poulsen á tíðindafundi.


Millum átøkini hjá myndugleikunum er at seta 50 fleiri løgreglufólk í starv, ið skulu arbeiða við at basa bandunum, lata herin yvirtaka nakrar av uppgávunum hjá løgregluni, harímillum eftirlitið við markið, stovnanin av flytandi løgreglustøðum í Nørrebro, harðari dómar til bandalimir, harðari dómar til tey, ið hótta vitnir, størri játtan til keyp av eftirlitstólum og kanna møguleikan fyri at avtaka bandan Loyal to Familia.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her