fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Í 2003 var tíggju áralanga arbeiðið liðugt, og Dragin lá nú púra klárur við bryggju í Klaksvík - og við ongari skuld.

Vilmund Jacobsen 09.01.2017 (22:20)

Keypti Dragan fyri eina 20 krónu!

Tað var Hans Eli Hansen, sum í 1992 keypti Dragan frá Grímuri Lassen fyri eina 20 krónu og seldi skipið aftur til stuðlafelagið Dragan fyri eina 10 krónu!

 

Snotuliga skúlaskipið í Klaksvík - Dragin - hevur sína serligu søgu. Hans Eli Hansen sigur, at hann sum sjómansskúlalærari undirvísti í sjómanslæru.

 

- Eg helt tað ikki vera serliga áhugavert bara at sita inni í einari skúlastovu og práta og tekna upp á eina talvu. Ein dagin sigur sonur Grím Lassen, sum var ein av næmingunum í flokkinum, at pápin nú ætlaði sær at søkkja Dragan.

 

Skipið hevði fingið upphøggingarstuðul og lá næstan søkklaðið við bryggju í Klaksvík.

 

Hans Eli Hansen sigur, at hann henda dagin í skúlanum bað sonin hjá Grímuri Lassen spyrja pápan, um hann vildi selja Dragan. Jú, tað var gamaní.

 

Og Hans Eli Hansen greiðir soleiðis frá:

 

- Eg hevði eina 20 krónu í lummanum, fann mær ein brævbjálva og skrivaði niður eina sølu/ keypsavtalu og legði 20 krónuna í brævbjálvan. Tá drongurin dagin eftir kom aftur við brævbjálvanum, hevði Gímur Lassen skrivað undir.

 

Hans Eli Hansen sigur, at tá keypið varð komið upp á pláss, fann hann nakrar menn, sum hann hugsaði høvdu áhuga fyri at seta skipið í stand.

 

- Vit vóru einir 10 mans, sum skipaðu ein grunn, og tá seldi eg Dragan aftur til grunnin fyri eina 10 krónu. Flestu av monnunum vóru fakmenn av ymiskum slag, og eg kann siga, at eingin av okkum misti nakrantíð hugin.

 

Og Hans Eli Hansen heldur seg eisini vita, hví hugurin ongantíð fór hesi 10 árini tað tók at seta skipið í stand.

 

- Vit bíløgdu beinanvegin átta viðarbular úr Danmark til mastrar og annað, sum vit skulu brúka fyri rigga skipið til seglskip. Hin størsti viðarbulurin var einar 20 metrar langur.

 

Hans Eli Hansen sigur, at teir funnu fram tekningar til mastrarnar, tí hetta var eftir teirra tykki ikki hin lættasta uppgávan.

 

- Eg kann siga, at vit líka sum byrjaðu við tí torførasta fyrst, og tá mastrar og annað var liðugt, kundu vit ikki tilláta okkum, at skipið ikki eisini bleiv liðugt. Hetta var á ein hátt psykologiska drívmegin aftan fyri verkið, sigur hann brosandi.

 

Í 2003 var tíggju áralanga arbeiðið liðugt, og Dragin lá nú sum skúlaskip púra klárur við bryggju í Klaksvík við siglingarloyvi - og ongari skuld.