Keyptu 30 prosent fleiri bilar í mars

Hóast samlaði innfutningurin av akførum fyrsta ársfjórðing ikki er vaksin eins nógv og áður, »bara« sløk 9 prosent, so vaks innflutningurin av nýggjum bilum í marsmánaði við 30 prosentum.

 

Í mars mánaði keyptu føroyingar 266 nýggjar bilar. Tá eru øll akfør tald við. Tað er ein vøkstur upp á 62 akfør í mun til sama mánað í fjør. Higartil í ár hava vit innflutt 660 nýggjar bilar í mun til 606 sama tíðarskeið í fjør, og tað er ein vøkstur í prosentum upp á 8,91.

 

Størsti bólkur av akførum er sum vera man persónbilarnir, sum vóru 190 í tali í mars í ár í mun til 155 í mars í fjør. Ein vøkstur upp á 35 bilar. Higartil í ár hava vit innflutt 485 nýggjar persónbilar í mun til 464 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 4,53 prosent. Tað bendir á, at støðugi vøksturin í innflutningi av bilum, sum vit hava sæð í fleiri ár, nú tykist at flata eitt sindur út.

 

Hagtølini hjá Akstovuni yvir innflutningin av nýggjum akførum sæst VIÐ AT TRÝSTA HER