fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 30.12.2016 (23:30)

Keyptu fleiri nýggjar persónbilar enn í fjør

Hóast sølan av persónbilum er minkað nakað seinastu mánaðirnar, so hava vit framvegis keypt 148 fleiri nýggjar persónbilar í ár í mun til í fjør, ein vøkstur upp á 8,12%, vísa hagtøl frá Akstovuni.

 

Eisini er sølan av neyðsendarakførum voksin nógv. Átta fleiri neyðsendarakfør eru seld í ár í mun til í fjør, sum er ein vøkstur á 62%.

 

Seks fleiri hýruvognar eru eisini seldir, sum er ein vøkstur upp á 27%.

 

Harafturímóti eru 12 færri nýggir lastbilar seldir enn í fjør. Í ár eru 17 nýggir lastbilar komnir til landið, í mun til 29 í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 41 prosent. Líkt er til, at tað í løtuni er vanligari at keypa brúkar lastbilar, tí innflutningurin av brúktum lastbilum er voksin úr 28 til 45, ein vøkstur upp á 61%, vísa hagtøl frá Akstovuni.

 

Eisini sølan av kampingvognum og lendisakførum er minkað, við ávikavist 29% og 41%.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her