KÍ er stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin millum KÍ og B68

Savnsmynd

Klokkan 18.30 í kvøld byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum KÍ og B68 á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

KÍ er nummar fimm við níggju stigum, meðan B68 er næstaftast í deildini við bert einum stigi aftaná fimm umfør.

 

KÍ hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru 1,20.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 5,93.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til B68 eru 10,69.

 

Savnsmynd