fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.5m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 10.08.2017 (10:58)

KÍ hevur fingið styrk

Trettanda umfar í kvinnudeildini í fótbólti verður í kvøld.

Tað eru margfaldu meistararnir í Klaksvík og EBS/Skála, sum kappast um oddasesin.

Í kvøld skal EBS/Skála í Gundadal at spæla ímóti HB. Tað eru hesi bæði liðini, ið hava spælt seg í steypafinaluna, sum verður níggjunda september. Finalistarnir hittast tvær ferðir undan steypafinaluni. Umframt at spæla í Gundadali í kvøld so fær EBS/Skála 27. august vitjan av HB.

 

KÍ fær á summarfestivalinum í kvøld vitjan av B36. Tá ið KÍ kvinnurnar sunnudagin vunnu 13-0 á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi, varð Sofía Purkhús skift inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Hon hevur áður talst millum stuðulsspælararnar og verið við til at vinna fleiri FM heiti til Klaksvíkar. Síðstu árini hevur hon verið undir útbúgving í Danmark, har hon hevur verið millum bestu flogbóltsspælararnar. Nú er hon aftur í Klaksvík, og sunnudagin var hon fyri fyrstu ferð í ár á KÍ liðnum.

 

Triði dysturin í kvøld verður oyggjauppgerðin í Eysturoy, tá ið B68 verður gestur hjá ÍF/Víkingi. Hesin dysturin verður spældur í Sarpugerði.

 

Tað var ikki fyrrenn týsdagin, at øll hagtølini frá sunnudagsumfarinum vóru tøk í FSF skipanini. At KÍ vann 13-0, meðan EBS/Skála vann 3-1 ímóti B68 ber við sær, at bæði liðini, sum kappast um FM, hava 33 stig, og at málmunurin hjá KÍ er +53, meðan hann hjá EBS/Skála er +39.

HB staðfesti sína støðu á bronsuplássinum, tá ið tað í grannauppgerðini í Gundadali endaði 1-0. HB málið varð skorað átta minuttir undan leikloki.

 

Tólvta umfar

Sunnudagin sætta august

KÍ-ÍF/Víkingur 13-0 (5-0)

1-0: Evy á Lakjuni 3.

2-0: Rannvá B. Andreasen 17.

3-0: Hervør Olsen 20.

4-0: Rannvá B. Andreasen 22.

5-0: Malena Josephsen br 41.

6-0: Hervør Olsen 46.

7-0: Hervør Olsen 59.

8-0: Hervør Olsen 62.

9-0: Katrina Akursmørk 63.

10-0: Hervør Olsen 65.

11-0: Rannvá B. Andreasen 66.

12-0: sjálvmál 87.

13-0: Rannvá B. Andreasen 96.

 

EBS/Skála-B68 3-1 (2-1)

1-0: Kára Djurhuus 10.

1-1: Laila Pætursdóttir 11.

2-1: Birna Johannesen 12.

3-1: Kára Djurhuus 86.

 

HB-B36 1-0 (0-0)

1-0: Sara Lamhauge 82.

 

Støðan

KÍ 33

EBS/Skála 33

HB 19

B36 12

B68 6

ÍF/Víkingur 4

 

Trettanda umfar

Hóskvøldið 10. august

KÍ-B36: Petur P. W. Hentze kl. 19.00

ÍF/Víkingur-B68: Kristian Bjartalíð kl. 18.00  

HB-EBS/Skála: Stephan Peturson kl. Kl. 19.30