KÍ hevur knívin á barkanum

Tað er neyðugt við fullari úrtøku, um møguleikin at vinna seg víðari úr bólkaspælinum skal verða varðveittur

Klokkan 17.45 verður síðsti almenni fótbóltsdysturin í Føroyum í 2023. Tað er KÍ, sum í Europa Conference League eigur heimavøll ímóti Slovan Bratislava. Hetta var fyrsta mótstøðuliðið í Europa Conference League bólkaspælinum, og tá endaði tað við, at KÍ tapti 2-1. Fýra minuttir eftir steðgin legði Deni Pavlovic KÍ á odda, men so skoraði heimaliðið tvær ferðir.

 

Hóast Slovan Bratislava sambært veddingarfeløgum er favorittur, so siga tølini, at KÍ síðstu árini hevur staðið seg væl á heimavølli, tá ið setningurin hevur verið altjóða uppgávur.

 

Níggju tær seinastu ferðirnar er KÍ farið av heimavøllinum uttan tap.

 

Síðsta tapið var 15. juli í 2021, tá ið Riga FS í Klaksvík vann 3-2. Tá ið KÍ hevði vunnið við somu tølum á útivølli, var tað neyðugt við longdari leiktíð, og tá skoraði Riga FS og vann seg víðari í kappingini.

 

Síðani tá hevur KÍ á heimavølli vunnið fimm dystir, og fýra ferðir er tað endað javnt.

 

Málið hjá Magna Hoseth og hansara monnum er at skriva enn eitt met, sum tað verður, um tað eydnast KÍ at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.

 

KÍ hevur framvegis møguleika at vinna næstfremsta plássið. Fyrsta treytin fyri at røkka tí bragdinum er, at tað í kvøld eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti Slovan Bratislava.

 

-

 

Tað var eftir finalusigurin í kappingini um løgmanssteypið í 2016, at KÍ aftur var partur av europeisku kappingunum.

 

At tað bar til ímóti favorittum sást, tá ið svenska AIK Solna í 2017 var gestur á ovara vølli í Gundadali, og tað endaði málleyst.

 

Fyrsta stóra úrslitið var tað, tá ið KÍ 24. september í 2019 tók altjóða fótbóltsheimin á bóli við at vinna 6-1 á Tórsvølli ímóti georgiska Dinamo Tbilsi.

 

KÍ – Slovan Bratislava: Kristo Tohver úr Estlandi kl. 17.45

 

30 11 2023KÍ – Slovan Bratislava COF
26 10 2023KÍ – NK Olympija Ljubljana3 0COF
05 10 2023KÍ – Lille 0 0COF
24 08 2023KÍ – Sheriff Tiraspol1 1EL
08 08 2023KÍ – Molde FK2 1CL
26 07 2023KÍ – BK Häcken0 0CL
11 07 2023KÍ – Ferencvaros0 0CL
11 08 2022KÍ – Ballkani2 1 BCOF
13 07 2022KÍ – Bodø/Glimt3 1CL
27 07 2022KÍ – FK Sutjeska1 0COF
15 07 2021KÍ – Riga FS2 4 LCOF
21 08 2020KÍ – Slovan Bratislava3 0 UCL
24 09 2019KÍ – Dinamo Tbilsi6 1EL
01 08 2019KÍ – Luzern0 1EL
16 07 2019KÍ – FK Riteriai0 0EL
27 06 2019KÍ – Tre Fiori5 1EL
11 07 2018KÍ – Zalgiris1 2EL
05 07 2018KÍ – Birkirkara2 1EL
29 06 2017KÍ – AIK Solna0 0EL