Leita á in.fo

Jóannes Hansen 17.06.2017 (23:17)

KÍ smurdi HB av

Tað var bara talan um trivaligar heimasigrar í trettanda umfari í næstbestu fótbóltsdeildini. Fríggjakvøldið vann B68 5-2 ímóti B36, og leygardagin vóru fýra stórsigrar: KÍ sendi HB suður aftur við einum eggi, sum tað verður tikið til í tennis, Víkingur sendi ÍF um Varmakeldueið aftur við 8-0 sekki, AB vann toppddystin ímóti NSÍ við 4-1, og so var tað fyrsti dysturin á nýggja heimavøllinum hjá Giza Hoyvík.

 

Giza Hoyvík hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Suðringum. Aron Sørensen hjá Suðringum skrivaði seg í søgubøkurnar, tá ið hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki var fyrsti málskjútti í landskappingardysti á nýggja vøllinum, har besta liðið hjá Giza Hoyvík var annar parturin.

Giza Hoyvík svaraði tvær ferðir aftur undan steðginum, og í seinna hálvleiki skoraðu vertirnir tvær ferðir aftrat. Gestirnir høvdu stóan møguleika at javna til 2-2 miðskeiðis í seinna hálvleiki, men Petur Meinhard Magnussen í heimamálinum vardi fyri brotssparki, sum Ari K. Poulsen tók sær av.

 

Í Klaksvík var tað nógv Danielsen. Jóannes var trífaldur málskjútti, og systkinabarn hansara, Aksel, skoraði eitt mál. Hini bæði skoraði miðvallarin Tórur Justesen.

 

Í Leirvík var Hans Jákup Lervig trífaldur málskjútti, tá ið Víkingur vann 8-0 ímóti ÍF. Beiggi hansara, Elias Lervig, skoraði eitt mál, og Tonni Thomsen og Regin Jensen vóru tvífaldir málskjúttar.

 

Fyri triðju ferð á rað fór NSÍ, sum nógvu tey fyrstu umførini var topplið, av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Hesar tríggjar ferðirnar er samlaða úrtøkan eitt stig. AB vann 4-1. Átta tær seinastu ferðirnar er úrtøkan hjá AB sjey sigrar og ein javnleikur.

 

Fríggjakvøldið vann B68 5-2 ímóti B36, sum nú er undir niðurflytingarstrikuni.

 

 

KÍ-HB 6-0 (3-0)

1-0: Jóannes Danielsen 28.

2-0: Aksel Danielsen 33.

3-0: Jóannes Danielsen 44.

4-0: Tórur Justesen 65.

5-0: Tórur Justesen 81.

6-0: Jóannes Danielsen 86.

 

Víkingur-ÍF 8-0 (3-0)

1-0: Tonni Thomsen 15.

2-0: Hans Jákup Lervig 20.

3-0: Hans Jákup Lervig 32.

4-0: Regin Jensen 54.

5-0: Elias Lervig 68.

6-0: Regin Jensen 77.

7-0: Tonni Thomsen br 80.

8-0: Hans Jákup Lervig 82.

 

Giza Hoyvík-Suðringar 4-1 (2-1)

0-1: Aron Sørensen 24.

1-1: Hanus Thorleifsson 35.

2-1: Niklas Fríði Jacobsen 37.

3-1: Evrard Blé 77.

4-1: Magnus Møller 80.

 

AB-NSÍ 4-1 (3-1)

1-0: Rasmus Dan Sørensen 11.

1-1: Dávid á Roykheyggi 23.

2-1: Bárður Olsen 34.

3-1: Bjarki Nielsen 45.

4-1: Cristian í Garði 70.

 

Fríggjakvøldið

B68-B36 5-2 (2-0)

1-0: Emil Ronaldsson 21.

2-0: Kristian Anton Andreassen 39.

2-1: Julian Johansen 47.

2-2: Gilli Samuelsen 48.

3-2: Martin Olsen 52.

4-2: Sveinur Justinussen 75.

5-2: Sveinur Justinussen 86.

 

Støðan eftir trettanda umfar

AB 28 stig

KÍ 27 stig

NSÍ 23 stig

B68 23 stig

HB 20 stig

Víkingur 20 stig

Giza Hoyvík 14 stig

Suðringar 13 stig

B36 12 stig

ÍF 3 stig

 

Toppskjúttar

Aksel Danielsen KÍ 11

Hans Marius Davidsen NSÍ 10

Jóannes Danielsen KÍ 9

Jobin Drangastein AB 8

 

Fjúrtanda umfar

Mikudagin 21. juni

HB-Víkingur

Leygardagin 24. juni

ÍF-Giza Hoyvík

NSÍ-B68

B36-KÍ

Suðringar-AB


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her