fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

- Vinstra eyga hevði fingið so stóran skaða, at neyðugt varð at taka tað, siga tey á Djóralæknastovuni.

Vilmund Jacobsen 11.01.2019 (20:58)

Kian varð skotin í eygað

Í dag hevur Djóralæknastovan lagt út á sína Facebook-síðu kunning um unga gelda frensin - Kian - sum var burtur í nakrar dagar. Tá hann kom heimaftur, vísti tað seg, at frensurin hevði fingið skaða í annað eygað.

 

- Eigarin kom til okkara við honum, og tað var gott. Tað vísti seg, at Kian varð skotin í vinstra eyga, siga tey á Djóralæknastovuni á frásøgnini.

 

Lagt verður aftrat, at vinstra eygað hevði fingið so stóran skaða, at neyðugt varð við skurðviðgerð, har eygað varð tikið. Kanningar vístu, at frensurin hevði ikki fingið onnur skot í kroppin.

 

- Nú hevur Kian tað gott. Hvørki vit ella eigari veit nakað um, hvussu frensurin er skotin ella hví. Ansið eftir tykkara kettum og minnist altíð til at ringja til okkara, um djórið hjá tykkum er komið til skaða.

 

In.fo kann leggja aftrat, at eftir myndunum, sum Djóralæknastovan hevur lagt út á sína Facebook-síðu, er líkt til, at Kian er skotin við einari luftbyrsu.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her