Kina bjóðar sær til at keypa meira úr USA

Kina rættir fram hondini móti USA í handilsstríðnum og skjýturu upp at fáa meiri javnvág í handilin, skrivar miðil.

 

Kina hevur bjóðað USA at økja innflutningin úr landinum komandi seks árini. Tað siga ónevndar keldur tætt at samráðingunum við miðilin Bloomberg News.

 

Við at økja tann árliga innflutningin úr USA kann Kina fáa javnvág í handilin millum tey bæði londini í 2024.

 

Í fjør hevði Kina eitt handilsyvirskot upp á 323 illiardir dollarar.

 

Tilboðið, sum fyrr í mánaðinum varð sett fram undir samráðingum um at loysa handilsstríðið millum tey bæði londini, var kaldliga móttikið av amerikonsku samráðingarfólkunum.

 

Sambært ónevndum keldum vil USA hava eitt betri tilboð. Amerikanararnir krevja, at tað verður rættað upp á ójavnvágina í handlinum millum tey bæði londini innan næstu tvey árini.

 

USA og Kina eru komin hálvan veg í eini vápnahvíld í handilssstríðnum.

 

Hon skal vara í 90 dagar dagar og varð sett í verk 1. desember, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, hitti kinesiska starvsfelagan, Xi Jinping, í sambandi við G20-toppfundin.

 

Tað er tó lítið frætt um framstið, sum skulu vera framd hesar seks vikurar, vápnahvíldin hevur verið.

 

/ritzau/Reuters