fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 14.1m/s

Leita á in.fo

Ung fyri Miðflokkin 05.04.2017 (11:06)

Kirkjulig og borgarlig vígsla - Tvillingabeiggjarnir, ið ikki kunna atskiljast

Ein Gallup kanning, gjørd av Miðflokkinum og Ung fyri Miðflokkin, spurdi føroyingar m.a. hendan spurningin:

"Tekur tú undir við, at tvey av sama kyni skulu kunna giftast í kirkju?"

Ein stórur meiriluti, 66% av føroyingum, vóru ímóti hesum, meðan einans 27% vóru fyri. Tó so hava vit síðstu árini sæð tríggjar spurnarkanningar, ið vísa, at uml. 60% av føroyingum eru fyri at loyva tveimum av sama kyni at giftast borgarliga. Somuleiðis er samgongan eisini í gongd við at broyta hjúnabandslógina. Hetta vísur okkum bara, at bæði politikarar og veljarar ikki eru greiðir yvir, at slík sundurskiljing er meira torskild, enn hon verður lýst at vera.

 

Løgtingsins umsiting gjørdi fleiri viðmerkingar til lógaruppskotið, ið loyvir tveimum av sama kyni at giftast; m.a. vístu tey á, at uppskotið var diskriminerandi:

" Við lógarbroytingini verður munur gjørdur á samkyndum og hinskyndum, við tað at, lógaruppskotið einans fevnir um par av ymiskum kyni. Sostatt fáa allir limir í fólkakirkjuni ikki somu rættindi sambært lógini, og kann spurnartekin møguliga setast við, um loyvt er at avmarka tænastur fyri ávísan minnilutabólk á henda hátt."

 

Felagsskapurin Gudloysi orðaði hendan trupulleikan sera væl í einum setningi í teirra viðmerking til trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum:

"Uppskotið snýr seg í botn og grund um at útiloka tveimum av sama kyni at vígast í fólkakirkjuni við lóg."

 

Gudloysi sær út til at hava fangað hetta betri, enn hvat flestu onnur hava. Uppskotið, ið sigst at virka fyri at geva meira javnrættindi, rennur seg sostatt í tann trupulleikan, at tað í veruleikanum er eitt diskriminerandi lógaruppskot og setur fólkakirkjuna í eina sera ringa støðu, við tí at hon noyðir hana at fara øðrvísi við sínum limum.

 

Hetta gjørdi biskupur eisini vart við í sínum aftursvari til trivnaðarnevndina.

"Biskupi hóvar ikki, at fólkakirkjan beinleiðis ella óbeinleiðis verður tengd at eini løgtingslóg, ið setur ein bólk av fólki uttanfyri."

 

Í einum stuttum felagsskrivi til mentanarnevndina skrivaðu Felagið fyri Kirkjuráðslimir, Prestafelagið og Føroya Stiftsstjón hetta:

"Vit meta tað vera prinsipielt skeivt at diskriminera ávísan bólk av fólki í løgtingslóg um Fólkakirkjuna"

 

Løgtingsins umsiting, Gudloysi, biskupur og onnur vísa øll á, at lógaruppskotið setur fólkakirkjuna í eina støðu, har hon verður noydd at diskriminera móti sínum limum. Hetta er sjálvandi ikki ein haldbar støða og tí fer tað ikki at bera til hjá fólkakirkjuni at standa ímóti trýstinum, tá man fer at trýsta fyri at loyva tveimum av sama kyni at giftast í kirkju. Hetta er júst orsøkin til at biskupur og onnur ávara so álvarsliga ímóti hesum lógaruppskotinum.

 

Tó at fleiri serfrøðingar og arbeiðsbólkar staðfesta, at tað ikki er einfalt at sundurskilja kirkjuliga og borgarliga vígslu, so hevur samgongan, LGBT Føroyar og fleiri onnur megnað at sannført stóran part av fólkinum um, at hesi fyribrigdi fullkomiliga kunnu atskiljast. Men her mugu bæði politikarar og veljarar verða greiðir yvir, at tað er ósatt. Í síðsta enda, so er heldur ongin løgfrøðiligur munur millum eina borgarliga og kirkjuliga vígslu. Hesi bæði føra jú til tað sama hjúnabandi, og tað er onki, ið eitur ávíkavíst "kirkjuligt-" og "borgarligt hjúnaband".

 

Í hesi vikuni fær grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini fyrstu viðgerð. Hetta er lógin, ið gevur borgarliga vígdum hjúnum lógartryggjaðan rætt til at signast í kirkjuni. Hendan lógin skal strikast ella broytast, áðrenn nýggja samtykta hjúnabandslógin kann koma í gildið. Landsstýriskvinnan í Mentamálum ynskir at orða lógina soleiðis:

“Hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta.”

 

Nýggja lógaruppskotið setur harvið rættin hjá hjúnum til at fáa kirkjuliga signing í vanda. Við hesari lóg er hvørgin trygd fyri, at borgarliga vígd hinskynd hjún kunna fáa signing í kirkju, eins og tað ikki er garanti fyri, at samkynd hjún ein dag kunna signast í kirkjuni.

 

Hetta fegnast fólkakirkjan ikki um. Til uppskotið viðmerkja Felagið fyri Kirkjuráðslimir, Prestafelagið og Føroya Stiftsstjón hetta:

“..vit meta tað vera prinsipielt skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti, uttan at fólkakirkjan hevur tikið lut í lógarsmíðinum.”

“Borgarlig gift hava sambært grein 14, stk. 2 lógartryggjað krav upp á kirkjuliga signing. Hetta skal vera óbroytt.”

 

Enn einaferð greið tala frá fólkakirkjuni. Viðgerðin av hjúnabandslógini hevur frá byrjan verðið vánalig hjá samgonguni og um tað verður sagt, at lógin onga ávirkan hevur á fólkakirkjuna og trúarsamfelagið í Føroyum, so er hetta ein lygn.

 

Síðsta orðið um at broyta hjúnabandslógina er ikki sagt enn og um lógaruppskotið verður samtykt, so kanst tú vera púra vísur í, at eitt nýtt uppskot verður lagt fyri Løgtingið skjótt, har man vil geva tveimum av sama kyni loyvi til at giftast í kirkjuni. Søgan hevur staðfest hetta í øllum okkara grannalondum og vit síggja kring heimin í teimum fáu londunum, ið loyva tveimum av sama kyni at giftast, at tað er ongin atskiljing millum kirkjuliga og borgarliga vígslu.

 

 

Vinaliga

Nevndin

Ung fyri Miðflokkin