fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 6.6m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 10.01.2019 (14:15)

Kjakast um falstíðindi í kvøld

Í kvøld verður fyrsta seturskjakið í 2019, sum Søgu- og samfelagsdeildin stendur fyri. Evnið verður "Fupp, fakta og tann demokratiska avbjóðingin", og her verða avleiðingarnar og avbjóðingarnar av falstíðindum viðgjørdar, og avjóðingarnar.

 

Fróðskaparsetrið skrivar í tíðindaskrivi:

 

- Hetta er ein demokratisk avbjóðing, tí eitt sunt demokrati er treytað av upplýstum veljarum, sum kunnu semjast um eitt felags grundarlag. Og í eiri førum hava politiskar avbjóðingar tørv á vísindum og gransking fyri at koma fram til bestu loysnirnar. 

 

Tað verða spurningar sum hesir, sum verða tiknir fram til kjakkvøldið:

 

- Hvør hevur einarætt upp á sannleikan? Hvussu meta vit um trúvirðið á eini keldu? Er tað yvirhøvur ein trupulleiki, at vit eru so ósamd um alt frá veiðutrýsti og veðurlagsbroytingum til grind og Darwin? Hvussu navigera vit í frumskóginum av mótstríðandi upplýsingum? Og hvør er leikluturin hjá universitetum, granskarum og vísindafólki?

 

Fólkið fær høvi til at hoyra meira um evnið og at spyrja nærri um hetta.Lagt verður út við tveimum framløgum, sum ávíkavist Hans Andrias Sølvará og Heini í Skorini hava. Síðani verður evnið aftur viðgjørd við eitt pallborð, sum hetta kvøldið verður mannað við Eriku Hay eld, Hallberu West, Bárði Larsen, Jens Chr. Justinussen og Ragnheiður Bogadóttur. Lagt verður síðani upp til eitt kjak, har Kári Mikkelsen, journalistur, verður orðstýrari.

 

Byrjað verður klokkan 19:30 og tiltakið endar klokkan 21. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her