fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 16.02.2017 (22:17)

Kjakið má lyftast á eitt hægri støði

- Tað er harmiligt, at kjakið nú verður so smalt og at tað einasta, sum nú verður viðgjørt, er hvørt almennir stovnar skulu liggja í Havn ella ikki, og kjakið ikki lyftir seg víðari til kjak um hvat vit í veruleikanum vilja við staðsetingini av almennum stovnum, sigur Dennis Holm.

 

Partur av kjakinum er tað, at hava atgongd til ein arbeiðsmarknað, har nógv størv eru til útbúgvin fólk og tann arbeiðsmarknaðin hevur ein stórur partur av fólkinum atgongd til í dag, bara við at koyra til Havnar.

- Fólkamynstrið í Føroyum er broytt nógv seinastu árini. Spola vit tíðina eini 30 ár aftur í tíðina, so var tað týdningarmikið hjá kommunum at hava arbeiðspláss at bjóða sínum borgarum, tí fólk vildu fegin arbeiða og búgva sama stað.

 

Hann greiðir frá, at síðani er tað vorðið alsamt vanligari at fólk lesa uttanlands og har venja seg við, at tey mugu ferðast í ein tíma inn á lestrarstaðið og ein tíma heim aftur, tá dagurin er liðugur.

- Tá hesi so flyta heim aftur, eru tey von við at skula ferðast til arbeiðis, og tá eru tað onnur atlit enn tættleiki til arbeiðsplássið, sum viga tyngst, tá bústaður skal veljast. Onkur vilja búgva nær stórbýnum, onnur vilja búgva nær náttúruni, onkur triðju nær familjuni. Tey eru tí nógv villigari til at pendla til størvini, sigur hann.

 

Í Vikuskiftissosialinum hesaferð er evnið í temanum, hvørt almennir stovnar skulu flytast út úr miðstaðarøkinum. Les meiri av samrøðuni við Dennis Holm í Sosialinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her