Kjarnorkuveldið Norðurkorea fyrireikar seg til toppfund

Kim Jong-un heldur, at kjarnorkuætlanin hjá Norðurkorea nú er so væl ment, at hann bíðar við kanningum og royndum.

 

Minni enn eina viku árðenn ætlaðan toppfund á koreansku hálvoynni boðar leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, frá, at hann ætlar at steingja eina kjarnorkuroyndarstøð.

 

Harumframt vil Kim Jong-un steðga royndarspreingingum at ballistiskum rakettum og royndarspreinginum av kjarnorkuvápnum.

 

– Frá 21. apríl við Norðurkorea steðga kjarnorkuroyndum og at skjóta interkontintalar rakettir, boðar ríkistíðindastovan KCNA frá sambært suðurkoreanska Yonhap.

 

– Sum prógv fyri lyftinum um at steðga kjarnorkuroyndum vil Norðurkorea steingja eina royndarstøði norðrara parti av landinum, skrivar KCNA.

 

Kim Jong-un grundar sambært KCNA tiltøkini við, at Norðurkorea er komið so langt við menningini av kjarnorkuvápnu og rakettum, at landið ikki hevur tørv á at gera fleiri royndarspreingingar.

 

Fokus skal sambært fráboðanini í staðin vera á at skapa frið millum tey bæði londini og skapa búskaparvøkstur í Norðurkorea.

 

Kim Jong-un og forsetin í Suðrukorea, Moon Jae-in, skulu eftir ætlan hittast 27. apríl í marknabýnum Panmunjom, sum liggur í avmilitariseraðu sonuni, sum skilir tey bæði londini.

 

Harvið er møguleiki fyri einum søguligum toppfundi millum USA og Norðurkorea í endanum av mai ella fyst í juni. Men fundurin millum Donald Trump og Kim Jong-un er enn ikki lagur í so fastar karmar, at stað og tíð er ásett fyri fundin.

 

Á báðum fundunum verður rokna við, at avtøka av kjarnorkuváplnaætlanin fer at standa ovast á dagsskránni, skrivar Yonhap.

 

Seiansta árið hevur Norðurkora fleiri ferðir ignorerað altjóða bannið um at skjóta ballistiskar rakettir. Landið hevur eisini framt undirjarðiskar royndarspreingingar av kjarnorkuápum.

 

Við USA á odda hevur ST samtykt fleiri tiltøk ímóti Norðurkore í vón um, at viknaður búskapur hjá Norðurkorea fer at gera tað truplt hjá landinum at fíggja ætlanirnar um at menna seg til eitt kjarnorkuveldi.

 

/ritzau/AFP