Kjartan er bjargaður - Bjarni og Helgi mugu spæla dystir um uppflyting

Tað lá væl fyri hjá Kjartani Johansen, Bjarna í Selvindi og Helga H. Hoydal at skjóta mál fyri Bækkelaget og Kristiansand í kvøld

Í kvøld var seinasta leikumfarið í bestu norsku mansdeildini í hondbólti leikt. Talan gjørdist um eitt gott avrik hjá føroyingnum, ið vóru í leiki.

 

Kjartan Johansen gjørdist við átta málum næstbesti málskjúttin hjá Bækkelaget, ið vann 38-29 á Bergen á heimavølli. Í steðginum var Bækkelaget á odda 19-12. Umframt at skjóta átta mál, so legði Kjartan eisini upp til fimm mál.

 

Úrslitið merkir, at Bækkelaget bjargar plássinum í bestu deildini. Bækkelaget endar sum nummar 11, og harvið fjórðaftast í deildini við 17 stigum.

 

Bjarni í Selvindi, ið er hevur verið sera eyðsýndur seinastu umførini, og eisini hevur valdur á mánaðar-liðið fyri mars, gjørdi aftur vart við seg í kvøld.

 

Bjarni skoraði átta mál, og var toppskjútti hjá Kristiansand, ið vann ein flottan 29-28 sigur á útivølli móti Drammen. Umframt tey átta málini legði Bjarni eisini upp til seks mál. Tað lá eisini væl fyri hjá Helga H. Hoydal, ið skoraði fimm mál og vann Kristiansand tvey brotskøst í dystinum móti Drammen. 

 

Kristiansand endaði á tólvta, og harvið triðaftasta plássinum í deildini við 16 stigum. Tað merkir, at Kristiansand má spæla Play Off dystir móti Charlottenlund úr næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.

 

Endaliga støðan í grundspælinum:

 

##med2##