Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 03.05.2016 (15:04)

Kjartan Hoydal er farin

Mánamorgunin 2. mai 2016 doyði Kjartan Hoydal, 74 ára gamal, eftir í fleiri ár at hava verið plágaður av herviligari sjúku. Hann var í nógv ár millum teir fremstu og hægst skattaðu serfrøðingarnar í sambandi við fiskivinnu og fiskivinnupolitikk – bæði í Føroyum og í altjóða høpi.

 

Foreldrini vóru Maria Louisa, fødd Falk-Rønne, og Karsten Hoydal. Tey fingu fýra børn – Egil, tvíburarnar Gunnar og Kjartan og Anniku.

 

Kjartan leyk studentsprógv í Sorø og las síðani lívfrøði við serligum atliti til fiskarí og fiskivinnu á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Áðrenn hann í 1971 flutti aftur til Føroya, arbeiddi Kjartan í tvey ár hjá Danmarks Fiskeriundersøgelser, og eftir at vera fluttur heim var hann í ellivu ár og fram til 1982 á Fiskirannsóknarstovuni. Longu 1982-1983 var hann í starvi hjá ICES. Onkuntíð undirvísti hann í Hoydølum, og hann var hendinga góður lærari.


Í 1986 umskipaði landsstýrið hjá Atla Dam umsitingina av fiskivinnuni. Lýst varð eftir fiskivinnustjóra, og Kjartan Hoydal varð settur í starvið, sum hann røkti fram til 1996. Tá fór Kjartan at starvast uttan fyri landoddarnar. Fyrst var hann aðalskrivari í NORA – North Atlantic Cooperation – í fimm ár og fram til 2001, og síðani var hann í stívliga tíggju ár – fram til í juni 2011 – í starvi hjá NEAFC, sum hevur høvuðsskrivstovu í London, hagar Kjartan flutti at búgva.


Fyri fýra árum síðani var Kjartan Hoydal gestur í fýra Meg minnist sendingum hjá Jógvani Arge í útvarpinum. Tá greiddi hann frá sínum sera fjølbroytta og ógvuliga virkna arbeiðslívi og eisini frá barnaárunum og ungdómsárunum. Hann var føddur í Danmark 12. september 1941.


Eftir kríggið búði familjan í Klaksvík eitt skifti, tá ið pápin arbeiddi hjá Kjølbro, og síðani fluttu tey til Havnar, tá ið pápin fekk starv í fiskivinnustovuni í Tinganesi. Tá búsettist familjan uppi á Hálsi í Havn. Eitt skifti miðskeiðis í fimmtiárunum vóru tey í Latínamerika, har pápin í ST høpi arbeiddi í Ekvator.


Í lestrarárunum var Kjartan uppi í politiska útisetalívinum. Hann varð ongantíð valdur í politisk álitisstørv, men bæði í Keypmannahavn og eftir at hann var fluttur aftur til Føroya, duldi hann ongantíð, at hann var vinstrahallur loysingarmaður, og hann luttók nógv í samfelagskjakinum við væl skrivaðum og grundaðum sjónarmiðum um sítt fak og so nógv annað. Saman við fleiri løgfrøðingum var hann miðskeiðis í níti árunum við til at skriva álitið um nýggja stýrisskipan.

 

At Kjartan var bersøgin um síni politisku sjónarmið forðaði ikki fyri, at hann var hátt virdur sum embætismaður, og hann arbeiddi sum dynamiskur fiskivinnustjóri saman við landsstýrismonnum í fiskimálum úr fleiri flokkum.

 

Tíðliga í tíðini tosaði og skrivaði Kjartan um burðardygga menning og um stovnsrøkt. Tað vóru neyvan populerastu sjónarmiðini at bera fram millum reiðarar og fiskimenn, men kortini dugdi Kjartan væl at beganga seg millum hesar, og hann luttók ofta í útvarpssendingum, orðaskiftum og pallborðum um júst hesi evni.

 

Kjartan var tvær ferðir giftur. Í fyrru giftu við Gunvør D. Hoydal eru børnini Annika, Høgni, Katrin og Marita. Í seinnu giftu við Ingun í Skrivarastovu er dótturin Tóra.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her