Leita á in.fo

Jóannes Hansen 22.10.2016 (17:09)

Klæmint verjir máltindin

Fjórða árið á rað er Klæmint A. Olsen í NSÍ besti málskjútti í Effo-deildini. Hann hevur verið ovast á máltindinum alt kappingarárið. Fram ímóti kappingarenda varð tað væl meiri spennandi, enn tað leingi sá út til at verða, men tá ið alt kom til alt, var Klæmint Andrassarson Olsen toppskjútti fyri fjórðu ferð á rað.

 

Páll Andrassarson Klettskarð skoraði eitt mál í 3-1 KÍ sigrinum í Fuglafirði ídag. Harvið hevði hann lagt seg bara eitt mál aftanfyri Klæminti Andrassarson Olsen, men  fram ímóti dystarenda skoraði Klæmint og staðfesti harvið 3-1 NSÍ sigurin í grannauppgerðini á útivølli ímóti B68.

 

Klæmint Andrassarson Olsen skoraði 23 mál, og Páll Andrassarson Klettskarð skoraði 21 mál.

Klæmint A. Olsen hevur verið toppskjútti í 2013, 2014, 2015 og 2016. Samlaða máltalið hjá Klæminti hesi fýra árini er 87 mál!

Í 2015 skoraði Klæmint A. Olsen 21 mál. Í 2014 skoraði hann 22 mál, og í 2013 skoraði hann 21 mál.

Klæmint A. Olsen hevur sambært faroesoccer.com spælt 221 dystir í Effo-deildini. Samlaða máltalið hjá honum er 133.

Fyrsti dysturin var 20. mai 2007, tá ið úrslitið á útivølli ímóti Skála var 1-0 til Skála.

 

Máltindurin 2016

Klæmint Andrassarson Olsen NSÍ 23

Páll Andrassarson Klettskarð KÍ 21

Jóannes Bjartalíð KÍ 17

Sølvi Vatnhamar Víkingur 14

Adeshina Lawal ÍF 13

Øssur Dalbúð HB 13

Albert Adu TB 13

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her