Leita á in.fo

Barbara Holm 07.12.2017 (10:40)

Klaksvík, Leirvík og Vágar í streymloysi

Streymurin er farin í pørtum av Klaksvíkini, í Leirvík og í Vágum, sigur Sev nú. Veðrið er ringt, og tað merkir, at Sev illa fær sagt, nær streymurin kemur aftur.

 

 

Eirikur Norðberg, vakthavandi rakstrarleiðari á Sev sigur nú, at tað verður arbeitt við at fáa streymin aftur innan 30 minuttir, men tað er torført at lova, nær streymurin kemur aftur, tí veðrið er so ringt.

 

In.fo fylgir málinum.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her